Tey saponsku fakfeløgini hótta nú við aðalverkfalli og mótmælisgongum fyri at mótmæla teirri stóru spariætlanini hjá stjórnini. Ignacio Fernandez Toxo, sum er formaður í fakfelagnum CO, ið er tað størsta í Spania, segði í dag, at hansara limir fara eftir øllum at døma í verkfall fyri at mótmæla tí, sum hann kallaði høgravendur búskaparpolitikkur.
CO-formaðurin vildi ikki siga, um talan verður um ein 24 tíma arbeiðssteðg, ella um veruligt verkfall. Tað næststørsta fakfelagið hevur longu boðað frá, at tað fer ætlandi eisini at leggja arbeiðið niður.
Hóast bara 16 prosent av teimum sponsku løntakarunum eru limir í fakfeløgum, fer eitt aðalverkfall at raka samfelagið meint, skrivar AFP úr Madrid.










