Royna seg aftur við ókeypis blaði

Tey, sum á sinni góvu Vikublaðið út, fara nú at royna seg av nýggjum. Blaðið, sum kom ókeypis í hvørt hús, fór í søguna, men nú verður so enn ein roynd gjørt.

Tað er onki dulsmál, at tað hevur gingið ómetaliga strilti at fáa ókeypis bløð at bera seg.

Men Petur Mohr Reinert, sum eisini var við at stovna Vikublaðið á sinni, sigur, at tey eru sannførd um, at tørvur er á eini ókeypis vikublaði.

Blaðið kemur fyrstu ferð út aftur longu nú fyrst í desember við tilfari um jólini og jólastákan, samrøðum, uppskriftum, tíðindum, lýsingum og tað verður borið ókeypis í hvørt hús.