Tað er øgiliga intenst og tað er ikki góður stemningur millum spælararnar á liðunum báðum, nú spælararnir hjá Slovenia og Føroyum eru farnir at hvíla seg.
Støðan er 16-15 til Slovenia, sum legði væl meiri sannførandi fyri og alla tíðina hevur verið frammanfyri. Fyri tað mesta hevur munurin verið tvey og trý mál. Einaferð var hann fýra mál, og nú er hann eitt mál. Elias Ellefsen á Skipagøtu minkaði, tá ið tíðin var farin, um munin til 16-15, tá ið hann umsetti brotskast til mál. Í álopinum frammanundan fekk Slovenia brotskast, og tá bjargaði Pauli Jacobsen í føroyska málinum.
Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu hava fingið ógvuliga harða viðferð. Tað hevur borið fleiri útvísingar við sær, og ein av slovensku spælarunum sá beinleiðis reytt kort.
Slovenia skoraði trý tey fyrstu málini, og tað var ikki fyrrenn fimm minuttir vóru farnir, at føroyingarnir skoraðu fyrsta málið.
Hóast Føroyar alla tíðina hava verið aftanfyri, og munurin hevur verið upp í fýra mál, so hevur tað seinna partin av fyrra hálvleiki kenst soleiðis, at føroyska liðið – sera væl stuðlað av stóru og mælsku áskoðarafjøldini – støðugt hevur etið seg meiri og meiri inn í dystin.
Sponsku dómararnir kennast hava tak á tí, og hjá føroysku spælarunum ræður tað um at halda høvdið kalt og avrika, sum tað er ætlað, og samstundis at ansa eftir, at tað ikki eydnast slovenunum at fáa ilt í Elias Ellefsen á Skipagøtu. Tað hava teir støðugt arbeitt fyri, men enn er tað ikki eydnast.
Føroyskir málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 6, Óli Mittún 3, Hákun West av Teigum 2, Teis Horn Rasmussen 2, Leivur Mortensen 1, Allan Norðberg 1











