Gamli formaðurin ímóti sáttmálanum

Charles Kennedy, sum var formaður í í liberaldemokratiska flokkinum í Bretlandi frá 1999 til 2006, er misnøgdur við sáttmálan, sum flokkurin hevur gjørt við tey konservativu um stjórnarsamstarv.

Charles Kennedy sigur, at hann vildi heldur havt eina samgongu við arbeiðaraflokkin, tí hann er bangin fyri, at liberaldemokratarnir verða settir til viks í teirri nýggju stjórnini. Hann sigur eisini, at nógvir floksfelagar hava somu áskoðan sum hann.

Týsdagin verður fundur í liberaldemokratiska flokkinum, og tá fer Nick Clegg, floksformaður, at greiða sínum floksfeløgum frá samgongusamráðingunum og ætlanunum frameftir. Sum skilst fer hann at siga, at undir verandi umstøðum hevði flokkurin ikki annað val enn at fara í samgongu við tey konservativu.