føroyskum mundi hetta vera tað sama sum eitt gott gamalt sjómanstak, men eingin ivi var um at íðkararnir tóku greinina í fullum álvara. Íðkarar vóru komnir úr Danmark, Týsklandi og Grønlandi, meðan Føroyar [...] Tórstein Madsen og Roy Kilgour. At enda stóð kappingin millum Danmarkarmeistaran, Tonni Christensen, týskaran Kevin Berberich og Tórstein Madsen úr Føroyum. Ósemja var millum danan og týskaran um hvør [...] hvør í roynd og veru hevði vunnið, men at enda var fremsta plássið latið Tonni Christensen. "Svik", helt Kevin Berberich fyri, meðan Tórstein Madsen stóð við sínum heiðursmerki fyri triðja plássið.
næsta ár, og at nógv tey flestu vera í teirri privatu vinnuni. Tað verða yvirhøvur arbeiðsleys, sum fara at manna tey nýggju arbeiðsplássini, og tí væntar ídnaðarfelagið, at arbeiðsloysið fer at minka. Felagið [...] væntar, at arbeiðsloysið í Danmark fer at minka tey bæði næstu árini. Framrokningar hjá felagnum siga, at minkingin verður ikki stór í ár, men at so fer ferð at koma á. Ídnaðarfelagið væntar, at 30.000 [...] Felagið væntar, at 17.000 arbeiðsleys fáa arbeiði næsta ár, og at 13.000 afturat fáa arbeiði í 2006. Heldur hetta, verða umleið 145.000 danir arbeiðsleysir við árslok í 2006, og so lítið hevur arbeiðsloysið
bera okkum at og at tað ikki er skynsamt at troka seg saman á einum skeinkistaði. Vit hava øll eina persónliga ábyrgd av at forða fyri, at smittan breiðir seg, og tað er ikki ábyrgdarfult at troka seg saman [...] heldur eisini, at vit eiga at ansa eftir, tá ið vit fara til handils og tað besta er, at tað bara er eitt fólk úr hvørjum húski, sum fer til handils. Í Danmark hava tey mælt til, at tað eru minst tveir [...] Danmark og Bretlandi, mest sum fryst alt samfelagið niður fyri at forða fyri smittuspjaðing. Og eisini í Føroyum heldur Pál Weihe, at vit hava eina serliga grund til at vera á varðhaldi og at forða fyri
Sum heilt lítil – og størri, tá ið vit høvdu spælt, svomið, fangað síl í Gravará ella komu av fótbóltsvøllinum móð, svang, plaskvát og køld, hvussu gott og trygt og fjálgt tað var, at tú tók hond um okkum [...] trimum smádreingjum og hóast ringar tíðir, so valdi tú ikki at gifta teg aftur, men heldur at taka tær av synunum í tínari lítlu, hugnaligu og fjálgu smáttu úti í Grøv. Tað má næstan vera eindømi. Har hevur [...] eymleika og øllum tí góða, sum menniskjan burdi havt sett sær sum mál í lívinum. Høvdu øll verið sum tú, so sá heimurin annarleiðis út í dag. Vit minnast øll systkini, hvussu gott tað var at koma inn til
møti, fækkar, og tey, sum fáa sína andaligu føði gjøgnum sjónvarp og sosialu miðlarnar, fjølgast. Tað verður hildið tilafturskomið, fávitskut og gamaldags at trúgva á Tríeindina, Gud, Jesus og Heilaga Andan [...] Andan, og at trúgva á, at Jesus er Guðs sonur, sum tók heimsins og okkara syndir á seg og varð krossfestur, doyði og reis upp triðja dagin. - Uttan mun til, hvat fólk annars hugsa um hesar andaligu spurningar [...] trýr á egnan mátt og megi, at hugsa seg um eina ferð aftrat. Hvør skal siga: Tá ein maður sum Lennox við IQ 150 kann vera trúgvandi kristin, hví kann eg við IQ 90 – 110, ikki eisini vera tað?’ Men ørindini
Tað verður serliga spennandi at fylgja svensku steypavinnarunum og grundspælsvinnarunum, Sävehof komandi kappingarár. Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vera partur av hópinum hjá Sävehof. Sävehof [...] Sävehof fer at royna at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League, har teir kappaðust farna kappingarár. Sävehof tapti fyri Kadetten Schaffhausen úr Sveis í áttandapartsfinalunum uppá mál á útivølli [...] útivølli. Fyrstu undankappingardystirnir vera móti rumenska liðnum, AHC Potaissa Turda. Sävehof spælir heimadystin 27. ella 28. august, og útidystin 3. ella 4. september.
vita, at tað í sáttmálanum er ein orðing, sum ber við sær, at tað er møguleiki hjá Jóhan Hansen longu næsta summar at fara úr felagnum. Jóhan Hansen ásannar, at hann er drigin at møguleikanum at spæla [...] januar við til at vinna HM fyri Danmark. HM endaspælið var í Danmark og Týsklandi. Nógvir av liðfeløgunum á landsliðnum umboða feløg í Týsklandi, og nú sær tað eftir øllum at døma út til, at eisini Jóhan [...] Tað er rættiliga sannlíkt, at føroyski spælarin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, næsta summar fer at flyta úr donskum hondbólti og til eitt av stóru feløgunum í Týsklandi. Danska TV2
heldur eisini, at tað er rættiliga álvarsamt, at eitt slíkt uppskot skal koma frá teimum, sum støðugt havast at samgonguni fyri at brúka ov nógvar pengar. Men hon heldur eisini, at tað er lætt at leggja slík [...] ikki eftir, kann tað ganga púra galið, og nú sær út til, at ætlanin er at samtykkja íløgur fyri 360 milliónir krónur, uttan at hyggja at heildini. Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í F [...] halda, at tað hevur stóran týdning. Og tá verða øll prinsipp sett til viks, tí tað einasta, ið um ræður, er at fáa sítt mál samtykt. – Hetta er eitt dømi um, at tað kann ganga heilt galið, tá ið andstøðan
sjálvur, at tað er sera áhugavert sum tað einasta føroyska felagið at vera við í tí fyrstu útbjóðingini. -Gott nokk er tað nevnt, at talan er um tvey føroysk oljufeløg, men til tað vil eg bert siga, at tað [...] hava mett, og tað er eisini okkara ynski, umframt at vera við til at geva samtakinum eitt veruligt føroyskt innihald, at kunna byggja upp eitt óheft føroyskt oljufelag, uttan at skula vera umboð fyri útlendsk [...] sigur, at felagið í útgangsstøðinum varð stovnað við tí endamáli at vera við í fyrsta leitiumfarinum í Føroyum. Og tá teir skuldu velja eitt samtak at arbeiða saman við varð mett um, hvat var rætt at samstarva
3F: - Gott fyri, at tað kann blíva minni tabuiserað og minni vandamikið at tosa um hetta Hvussu upplivdi tú hendan kjakfundin? - Tað er gott, at hesin fundurin var hildin og kanska serliga tí, at har møttu [...] útgangspunktinum. At eg var samkynd fann eg út av við tíðini. Eg fór niður at lesa, tað er 31 ár síðan. Men tað er klárt, at av tí at samfelagið er so ótolerant, so er tað ein av orsøkunum til, at eg ikki eri [...] skylda vit okkum sjálvum og komandi ættarliðunum at gera tað so, at vit kunna koma at trívast saman við restini av føroyingunum. Og eg vil fegin leggja afturat, at eg eri kristin og havi als ongan trupulleika