Burn Showdown: Danmarksmeistarin vann sjómanstakið

Føroyingur fekk triðja plássið

Eitt heldur stuttligt innslag var á skránni til Burn Showdown í dag, tá ið armwrestling var á skránni. Á føroyskum mundi hetta vera tað sama sum eitt gott gamalt sjómanstak, men eingin ivi var um at íðkararnir tóku greinina í fullum álvara.

 

Íðkarar vóru komnir úr Danmark, Týsklandi og Grønlandi, meðan Føroyar vóru umboðaðar við Tórstein Madsen og Roy Kilgour.

 

At enda stóð kappingin millum Danmarkarmeistaran, Tonni Christensen, týskaran Kevin Berberich og Tórstein Madsen úr Føroyum.

 

Ósemja var millum danan og týskaran um hvør í roynd og veru hevði vunnið, men at enda var fremsta plássið latið Tonni Christensen. "Svik", helt Kevin Berberich fyri, meðan Tórstein Madsen stóð við sínum heiðursmerki fyri triðja plássið.