Týsk feløg vilja hava Jóhan

Roknað verður við, at Jóhan Hansen næsta summar fer at flyta úr donskum og í týskan hondbólt

Tað er rættiliga sannlíkt, at føroyski spælarin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, næsta summar fer at flyta úr donskum hondbólti og til eitt av stóru feløgunum í Týsklandi.

Danska TV2, sum hevur gott innlit í danska hondbóltsheimin, veit at siga, at í hvussu so er tvey av størstu feløgunum í Týsklandi eru áhugað í at keypa føroyska spælaran. Jóhan Hansen er sáttmálabundin at Bjerringbro-Silkeborg (BSV) fram til á sumri í 2021, men danski miðilin sigur seg vita, at tað í sáttmálanum er ein orðing, sum ber við sær, at tað er møguleiki hjá Jóhan Hansen longu næsta summar at fara úr felagnum.

Jóhan Hansen ásannar, at hann er drigin at møguleikanum at spæla hondbólt uttanlands:

-Tað er eingin loyna, at dreymurin er at fáa møguleikan at spæla hondbólt uttanlands. Men eg havi ongar viðmerkingar til framtíðina hjá mær í hondbólti júst nú, sigur Jóhan Hansen við danska TV 2 Sport.

Sambært fleiri keldum í Danmark og uttanlands sigur TV 2 seg vita, at í hvussu so er tvey feløg eru áhugað í at knýta føroyska spælaran at sær. Tey eru THW Kiel og Hannover-Burgdorf.

25 ára gamli Jóhan Hansen, sum hevur verið 25 ferðir á danska landsliðnum, var í januar við til at vinna HM fyri Danmark.

HM endaspælið var í Danmark og Týsklandi. Nógvir av liðfeløgunum á landsliðnum umboða feløg í Týsklandi, og nú sær tað eftir øllum at døma út til, at eisini Jóhan Hansen fer at spæla í týskum hondbólti, tá ið hetta kappingarárið verður av.