Nú oljusamtakið The Faroes Partnership, sum føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er partur av, hevur fingið eitt av teimum góðu loyvunum í sokallaða ?Gullhorninum? í landssynningspartinum av føroyska landgrunninum hava vit spurt Vilhelm Petersen, stjóra í felagnum, hvussu teir eru nøgdir.
Hann sigur, at felagið í útgangsstøðinum varð stovnað við tí endamáli at vera við í fyrsta leitiumfarinum í Føroyum. Og tá teir skuldu velja eitt samtak at arbeiða saman við varð mett um, hvat var rætt at samstarva við út frá vitan og royndum og harvið møguleika til at fáa leitiloyvi. Har fall valið á The Faroes Partnership.
- Vit hava verið nøgdir við gongdina higartil og eisini við tað loyvi, sum samtakið nú hevur fingið tillutað. Talan er um eitt loyvi, sum goymir rættiliga áhugaverdar møguleikar sigur stjórin í Atlants Kolvetni.
Vilhelm Petersen heldur sjálvur, at tað er sera áhugavert sum tað einasta føroyska felagið at vera við í tí fyrstu útbjóðingini. -Gott nokk er tað nevnt, at talan er um tvey føroysk oljufeløg, men til tað vil eg bert siga, at tað eru so nógv feløg, sum eru skrásett í Føroyum men sum ikki hava veruligar røtur her. Atlants Kolvetni er føroyskt burturav. Tað er stovnað av føroysku vinnuni og føroyingum. Tað er ikki umboðsfelag fyri útlendsk áhugamál. Vilhelm Petersen vísir á, at tað er í minni mun av føroyskum kapitali í tí felagnum, sum nevnir seg Føroya Kolvetni.
Íkastið hjá Atlants Kolvetni til samtakið hevur annars verið tað føroyska innihaldið í umsóknini, sum Vilhelm Petersen metir skilagott. -Er tað nakar, sum hevur innlit í føroyska samfelagið og vinnuna her, so má tað vera Atlants Kolvetni, ið hevur allar sínar røtur í tí føroyska samfelagnum. Stovnararnir hava mett, og tað er eisini okkara ynski, umframt at vera við til at geva samtakinum eitt veruligt føroyskt innihald, at kunna byggja upp eitt óheft føroyskt oljufelag, uttan at skula vera umboð fyri útlendsk áhugamál.










