Rúni Kim Petersen, 29 ár, kokkur/tænari í Keypmannahavn:
Eftirlýsir eitt betri kjak
Hvussu upplivdi tú kjakfundin?
- Tað sama umaftur á ein hátt. Men á ymiskar mátar var tað meiri opið enn eg hevði væntað. Úr Føroyum sakni eg annars eitt meiri opið kjak, t.d. áttu teir almennu miðlarnir at hýst einum betri kjaki, haldi eg. Kjakið er nógv merkt av, at høvdingarnir fáa loyvi at siga tað teir hugsa, og so skulu indianararnir bara fylgja aftaná.
Hví er tú niðri?
- Eg kann ikki liva opið í Føroyum, á sama hátt sum onnur vanlig hetroseksuell liva. Tí óansæð hvat, so verður munur gjørdur á. Hetta er høvuðssakin ella orsøkin. Um tað var annarleiðis, so kundi eg livað frítt og tað er tað, sum eg vil. Í Føroyum kann eg t.d. ikki liva saman við einum manni, sum eg elski. Harafturat er í Danmark eitt lítið samfelag, sum eg kann trívast í. T.d hevur mann “Landsforeningen for bøsse og lesbiske”, sum er ein stovnur, ið ein kann venda sær til um okkurt skuldi verið.
Men spurningurin, um eg dámi at vera í Føroyum ella ikki, hann er trupul at svara uppá. Eg havi búð niðri í skjótt átta ár. Sjálvandi dámi eg væl Føroyar, men...
~~----------
Karin Egholm, 50 ár, útbúgvingarsekreter í yrkisfelagnum 3F:
- Gott fyri, at tað kann blíva minni tabuiserað og minni vandamikið at tosa um hetta
Hvussu upplivdi tú hendan kjakfundin?
- Tað er gott, at hesin fundurin var hildin og kanska serliga tí, at har møttu so nógv fólk upp. Panelið kundi verið betri mannað, mótstøðan kom ikki so væl fram.
Men so var tað eisini gott, at har komu nøkur framatlítandi hugskot til hvat mann gera fyri at upplýsa og bøta um støðuna hjá teimum samkyndu – t.d. at skipa ein foreldrabólk. Har eru heilt sikkurt fá foreldur, sum vilja avskriva børnini hjá sær av tí grund, at tey eru annarleiðis enn onnur – sum tey jú í grundini ikki eru. Eg trúgvi so serliga mammur hava tað soleiðis, men sjálvandi eisini pápar.
At har komu so nógv fólk at lurta er eisini gott fyri, at tað kann blíva minni tabuiserað og minni vandamikið at tosa um hetta.
Eitt sum kom fram á fundinum var eisini at vit ansa eftir hvørji orð vit brúka í kjakinum. Tað hjálpir jú einki um mann tosar so ljótt ímóti teimum samkyndum. Ein blívur so forharmaður, tá ið slík ljót orð verða brúkt. Tað oyðileggur kjakið og tað nyttar einki. Vit mugu royna at góðtaka hvønn annan – tað má vera pláss til okkum øll á jørð.
Hví er tú niðri?
Nú fór eg ikki niður, tí eg eri samkynd – ikki í útgangspunktinum. At eg var samkynd fann eg út av við tíðini. Eg fór niður at lesa, tað er 31 ár síðan. Men tað er klárt, at av tí at samfelagið er so ótolerant, so er tað ein av orsøkunum til, at eg ikki eri farin aftur til Føroya at búgva. Og, nú kenni eg meg ikki vælkomnan, um ein hugsar um, hvussu summir politikarar tosa – tvs. í ávísum pørtum av samfelagnum. Tá ið politikararnir ikki vilja syrgja fyri, at eg havi líka juridiskan rætt ella vernd, sum onnur – so kenni eg meg ikki serliga vælkomnan.
--------------------------
Ólavur Eysturdal, 20 ár, lesur til skipsassistent á Svendborg Søfartskole:
- Skylda okkum sjálvum og komandi ættarliðunum at gera tað so, at vit kunna koma at trívast saman við restini av føroyingum
Hvussu upplivdi tú hendan kjakfundin?
- Eg eri glaður fyri, at fundurin bleiv hildin, tó hann varð rættiliga fløkjasligur, og kundi verið betri skipaður. Men har komu hóast alt nøkur ymisk sjónarmið fram, sum vit kunnu gleðast um. Hetta er fyrsta tiltak, eg havi verið til, har føroysk samkynd eru savnaði. Og har komu nøkur hugskot fram um møgulig tiltøk fyri at bøta um støðuna hjá samkyndum. T.d. nevndi ein á fundinum, at vit burdu skipað ein foreldrabólk. Tað haldi eg er eitt gott og spennandi hugskot, sum vit burdu gjørt meiri burturúr.
Hví er tú niðri?
Eg vil liva opið og frítt, uttan áhaldandi at avmarka meg sjálvan, orsakað av kynsligu sannføring míni. Eg fór niður tí, eg vildi royna okkurt nýtt, og eg var eisini blivin troyttur av, at fólk beinleidis "stardu" at mær í Føroyum, tí eg eri samkyndur. Men nú síggi eg, at tað er spennandi at flyta heimaftur. Eg ynski at verða við til at flyta nøkur mørk og hugburðin hjá fólki í Føroyum. Eg haldi, vit samkyndu - um vit ynskja at búgva í Føroyum - hava skyldu til at arbeiða fyri sakini. Nøkur velja at búgva í Danmark, tí havi eg sjálvandi einki ímóti. Tey eru jú nøkur, sum hava stríðst fyri sakini framanundan okkum, sum eru sindur eldri. Nú eiga vit tørn. Um vit flyta til Føroyar aftur, so skylda vit okkum sjálvum og komandi ættarliðunum at gera tað so, at vit kunna koma at trívast saman við restini av føroyingunum.
Og eg vil fegin leggja afturat, at eg eri kristin og havi als ongan trupulleika við míni persónligu trúgv og míni kynsligu orientering!
-----------------------
Bartal N. Poulsen, 25, lesur Arabiskt á Københavns Universitet:
- Tað sjónarmiðið um ikki at broyta revsilógina, tað skilji eg ikki
Hvussu upplivdi tú hendan kjakfundin?
Eg haldi hetta var eitt tiltak, sum tað er brúk fyri. Tað er við til at menna kjakið. Men á hesum fundinum kom ongantíð veruligt kjak í. Har var eingin rættiliga at kjakast við. Hinvegin komu fleiri hugskot fram, sum snúðu seg um, hvussu ein kann fáa fólk at broyta hugburð, økja um tolsemið og skapa forstáilsi fyri støðuni hjá samkyndum. Tey flestu í Føroyum kenna ikki nøkur samkynd. Har er brúk fyri at lýsa støðuna nærri.
Á fundinum var t.d. nomið við tað, at fáa fólk at flyta heimaftur og at lata samfelagið meiri upp fyri fjølbroytni í Føroyum, og eisini fyri samkyndum. Eg gangi bara út frá, at flest fólk ganga inn fyri at fáa eitt fjølbroytt samfelag.
Undan hesum fundinum hevði eg gjørt mær nakrar tankar um hetta málið við at broyta revsilógina. Eg haldi, at tað er altíð áhugavert at hoyra meiningarnar hjá øðrum – men tað gjørdi eg ikki rættiliga á hesum fundinum. Tað sjónarmiðið um ikki at broyta revsilógina, tað skilji eg enn ikki. Har var eingin sum kundi greiða frá tí. Tað hevði verið gott at hoyrt nakrar grundgevingar fyri tí.
Hví er tú niðri?
Eg eri ikki niðri orsakað av mínum seksualiteti. Sum so nógvir aðrir ungir føroyingar, so lesi eg her. Men hetta er ein eitt sindur torførur spurningur at svara uppá. Her er eitt umhvørvi, har ein kann vera samkyndur – í Føroyum er eitt tílíkt ikki. Tí er tað t.d. ikki líka lætt at skapa eitt netverk og ein umgangskreds, sum tað er í Danmark. Kanska hevði eg verið niðri allíkavæl, um eg ikki las. Tað hevði eg nokk.
Men tað er ikki tað – eg havi havt tað gott í Føroyum. Eg kenni meg ikki diskrimineraðan av persónum, sum eg umgangist. Tað er heldur føroyska samfelagið, mentanin og so eisini tað juridiska, sum eg síggi sum diskriminerandi.










