- Føroyar verða avkristnaðar við ferð. Tað staðfestir Óli Breckmann, nú hann bjóðar til beinleiðis kjak á Rás2 klokkan 16 í dag.
Hann sigur, at í Føroyum er støðan tann, at ein veksandi fjøld av føroyskum ungdómi kenna ikki Móses frá Paulusi ella líknilsið um sáðmannin og burturvilsta sonin frá skrønuni um Robin Hood.
Og tey, sum fara at kjakast um evnið, eru Ragnhard Petersen, í kristna felagskapinum, KFS, ið hevur boðið John Lennox til Føroya, Høgni Johannesen, trúboðari og útbúgvin kristniverji, og Ása Johannesen, nevndarligur í Felagnum Gudloysi.’ Og nettupp í hesum døgum verður nógv gjørt burturúr, at trúgvandi professarin, bretin, John Lennox, vitjar í Føroyum nú um vikuskiftið og heldur fleiri almennar fyrilestrar.
Gudsnoktarar hava lagt allar árar í sjógv at prógva ta skaðiligu ávirkan, sum øll sløg av átrúnað hava á mannalívið, eisini kristindómurin á ta vesturlendsku siðmenningina.
|
Hetta er ein partur av teirri avkristnan, sum fer fram í okkara samfelag nú talið á fólki, sum regluliga gongur í kirkju ella á kristin møti, fækkar, og tey, sum fáa sína andaligu føði gjøgnum sjónvarp og sosialu miðlarnar, fjølgast.
Tað verður hildið tilafturskomið, fávitskut og gamaldags at trúgva á Tríeindina, Gud, Jesus og Heilaga Andan, og at trúgva á, at Jesus er Guðs sonur, sum tók heimsins og okkara syndir á seg og varð krossfestur, doyði og reis upp triðja dagin.
- Uttan mun til, hvat fólk annars hugsa um hesar andaligu spurningar, hava allir heilar, kristnir sum heidnir, stórir sum smáir, stórsnútaðir sum smáttskornir, gott av at hoyra ein mann sum John Lennox, professara, bera síni kristnu sjónarmið fram við so nýtum orðum og gløggum próvgrundum, sum hann er heimsgitin fyri.
- Kanska hevði Lennox entá fingið onkran fráfalnan ella treiskan gudsnoktara, sum bert trýr á egnan mátt og megi, at hugsa seg um eina ferð aftrat.
Hvør skal siga: Tá ein maður sum Lennox við IQ 150 kann vera trúgvandi kristin, hví kann eg við IQ 90 – 110, ikki eisini vera tað?’
Men ørindini hjá honum í Føroyum eru at tosa um tey evni, sum upptaka tankar og kjak hjá túsundtals føroyingum í hesum tíðum, nevniliga um Føroyar eru við at verða avkristnaðar, og hvat kemur ístaðin fyri kristindóm.
- Verða Vestanlond, Evropa og sostatt eisini Føroyar, og føroyingar, andaliga ríkari, meiri upplýstir, betur fyri siðmenningar- og mentunarliga sum heidningar enn sum kristin higartil, spyr Óli Breckmann.









