Kirstin Danielsen 85 ár

Kirstin Danielsen úti í Grøv í Klaksvík fyllir 85 ár tann 13. november 2008.

Bert ein lítil heilsan, elskaða omma. Orð eru so fátøk, tá ið vit skulu siga nakað um teg omma.Tú ert ein ímynd av góðsku, kærleika, eymleika og øllum tí góða, sum menniskjan burdi havt sett sær sum mál í lívinum. Høvdu øll verið sum tú, so sá heimurin annarleiðis út í dag.


Vit minnast øll systkini, hvussu gott tað var at koma inn til tín, líka mikið, hvørja tíð á degi,- og fingu hendan vælsmakkandi matin úr tínum kønu hondum, óansæð heitt ella kalt, borðreitt við alskyns góðgæti, sum bert tú visti, hvat ið okkum dámdu. Enn tann dag í dag nýta vit gott av hesum! Túsund, túsund takk omma!


Sum heilt lítil – og størri, tá ið vit høvdu spælt, svomið, fangað síl í Gravará ella komu av fótbóltsvøllinum móð, svang, plaskvát og køld, hvussu gott og trygt og fjálgt tað var, at tú tók hond um okkum. Altíð ein góðan bita, síðani klæðini av og undir dýnuna hjá tær at heita okkum. Tá ið vit so vaknaðu aftur, tá vóru klæðini bæði rein, turr og heit at fara í. Mangan hava vit minst aftur á hetta tíðarskeiðið í okkara lívið.

Her er so nógv at greiða frá elskaða omma og vit kundu hildi áfram, men alt hetta rúmast ikki í einum vanligum vikublaði, tíanverri.


Títt lív hevur mangan verið strævið. Tú sat sum einkja bert 36 ára gomul við trimum smádreingjum og hóast ringar tíðir, so valdi tú ikki at gifta teg aftur, men heldur at taka tær av synunum í tínari lítlu, hugnaligu og fjálgu smáttu úti í Grøv. Tað má næstan vera eindømi. Har hevur altíð verið onkur inni á gólvinum, bæði smá og stór og tú hevur stákast við tínum góða mati og hetta hava vit eisini fingið okkara ríka part av.


Nú, tá ið tú rundar tey 85 árini, øll hesi árini, tú hevur litið Harranum í hendur, kanst tú líta aftur um bak og síggja, at tínar farleiðir vóru tær røttu og bestu. Hetta ásanna vit ommubørnini eisini.


Vit skulu takka tær fyri alt vælsignilsi frá tær omma og gleða okkum til nógv, nógv ár afturat saman við tær. Og vit ynskja, at Harrin signar teg í ríkiligt mát!


Hjartaliga tillukku Omma!



Joan, Thorvald, Atli og Karstin.