Eg skilji væl at norðoyingar eru ótolnir

Tað er væl skiljandi at norðoyingar eru ótolnir eftir at fáa nýggjar tunlar, men hetta er álvarsamt, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini

– Ansa vit ikki eftir, kann tað ganga púra galið, og nú sær út til, at ætlanin er at samtykkja íløgur fyri 360 milliónir krónur, uttan at hyggja at heildini.

 

Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini, góðtekur ikki, at vit nú, brádliga skulu brúka 360 milliónir krónur til nýggjar tunlar Norður um fjall, uttan at hugsa um íløguætlanina, sum annars er løgd.

 

Tað sigur hon, nú flokkarnir í andstøðuni hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at varðveita bummgjaldið í Norðoyatunlinum og brúka teir sum innskot til at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall.

 

Og tá ið Løgtingið skiftið orð um ætlanina, vísti tað seg, at eisini umboð fyri samgonguna í Norðoyggjum hildu, at hetta var eitt gott uppskot. Tey róðu eisini fram undir, at finnur samgongan ikki eina loysn sum skjótast, eru tey freistað at taka undir við hesum.

 

Men løgtingskvinnan fyri Framsókn skilur væl, at norðoyingar eru ótolnir eftir at fáa nýggjar tunlar, tí sjálv vildi hon ikki havt teir at koyrt ígjøgnum. Men hon vildu ikki fara upp í kórið hjá teimum, sum fagnaðu hesum uppskotinum, tí hon helt, at so einfalt er málið ikki.

 

Tá ið Løgtingið umrøddi málið, staðfesti Ruth Vang, at onkusvegna er leikluturin hjá andstøðuni at vera mótvektin hjá samgonguni, og verða trygdin fyri, at samgongan stendur til svars fyri sín politikk.

 

Tí undrast hon stórliga á, at nettupp andstøðan, sum javnan og savnan átalar samgonguna fyri at brúka ov nógvar pengar, nú leggur eitt uppskot fyri Løgtingið um at økja útreiðslurnar 360 milliónir krónur afturat, tí at tey halda, at tað hevur stóran týdning. Og tá verða øll prinsipp sett til viks, tí tað einasta, ið um ræður, er at fáa sítt mál samtykt.

 

– Hetta er eitt dømi um, at tað kann ganga heilt galið, tá ið andstøðan ikki átekur sær sín leiklut, tí nú sær út til at vit eru ferð við at samtykkja eina íløgu upp á 360 milliónir krónur, uttan upp á nakran máta at hugsa um íløgukarmin.

 

Ruth Vang sigur, at hon tekur fegin undir við hesum uppskotinum – men so er neyðugt at endurskoða alla íløguætlanina, sum annars er løgd.

 

– Vit kunnu ikki bara leggja 360 milliónir oman á íløgukarmin, hóast ein partur av fíggingini skal rindast við bummgjaldi, sigur Ruth Vang.

 

Hon heldur eisini, at tað er rættiliga álvarsamt, at eitt slíkt uppskot skal koma frá teimum, sum støðugt havast at samgonguni fyri at brúka ov nógvar pengar. Men hon heldur eisini, at tað er lætt at leggja slík uppskot fyri Løgtingið, tá ið mann sleppur frá at taka støðu til, hvørjar íløgur so skulu bíða.

 

Og hon gjørdi eisini greitt, at hon fer at mótarbeiða at 360 milliónir verða lagdar oman á íløguætlanina, uttan at endurskoða íløguætlanina í síni heild við tí endamáli at útseta onkra aðra íløgu.

 

– Eg skal ikki verða trupulleikin í einum arbeiði at endurskoða íløguætlanina. Men eg verði ein trupulleiki, tá ið botnlinjan skal skrivast, sigur Ruth Vang.