Í morgin fara fýra tingfólk at leggja fram uppskot um fría fosturtøku til og við 12. viku í viðgongutíðini. Tað eru tey fýra, Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Karlot Hergeirsson úr Framsókn, sum leggja málið fram.
Talan er um sama mál, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, legði fyri tingið í 2024, og sum fór til ummælis 8. januar í 2024.
Tá skrivar Løgmálaráðið, at tey seinastu tíðina høvdu arbeitt við at orða eina føroyska lóg um fosturtøku, og Løgmálaráðið hevur hevði eina røð av fundum við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum.
– Útgangsstøðið fyri lógini er, at í allar flestu førum kennir kvinnan sjálv sína støðu best og er sostatt best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava fosturtøku ella ikki. Sum nakað nýtt kann ein kvinna, sum er við barn, fáa fosturtøku, um inntrivið kann gerast áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini, skrivar løgmálaráðið.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, segði tá, at fleiri fyrimunir eru við ætlaðu lógini, tí við at staðfesta, at kvinnan sjálv kann taka avgerð um fosturtøku innan eina ávísa freist, verða allar kvinnur eins fyri lógini, og hetta er eisini við til at forða fyri, at kvinnur koma illa av ólógligum og ótryggum fosturtøkum uttan vegleiðing frá lækna.
Ein kvinna, sum umhugsar fosturtøku, skal ikki verða einsamøll í støðuni.
Eitt lætt atkomiligt og alment tilboð verður til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, har tær kunnu fáa góða ráðgeving og vegleiðing frá fakfólki, soleiðis at tær kunnu taka eina væl grundaða avgerð um teirra støðu á væl upplýstum grundarlagi.
Tað verður tó ikki eitt krav fyri at fáa fosturtøku, at kvinnan frammanundan hevur fingið ráðgeving.
– Tað kunnu verða støður, ið gera tað neyðugt við fosturtøku eftir 12. viku.
– Fosturtøka kann í slíkum førum bara verða framd undir nærri ásettum treytum og við loyvi frá einum samráðið, sum landsstýrisfólkið setir, skrivar Løgmálaráðið.
Við at seta eitt samráð verður tað eitt og sama ráð, sum kemur at meta um, hvørt treytirnar fyri at fáa fosturtøku eru loknar og um loyvi kann gevast til fosturtøku ella ikki. Harvið verður siðvenja á økinum eins, og hetta fer at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Eisini verða opinleiki og gjøgnumskygni tryggjað í mun til tær avgerðir, sum verða tiknar í samráðnum.
– Endamálið er at dagføra lógarkarmarnar viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum, so teir verða meira tíðarhóskandi og at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Galdandi lóg er ógreið og elvir til ótryggleika, óvissu og ójavna, skrivar Løgmálaráðið í samandi við, at lógaruppskotið fór til hoyringar í januar í fjør.
– Endamálið við uppskotinum er somuleiðis at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt. Dentur verður tí lagdur á at betra um møguleikarnar hjá kvinnum, sum umhugsa fosturtøku, at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, eins og dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging.
Uppskotið fall sum kunnugt í Løgtinginum 15. mai í fjør, tá tað stóð á jøvnum í atkvøðugreiðsluni 15-15. Henrik Old og Jóhannus Joensen úr Javnaðarflokkinum og Sólvit Nolsø og Hanna Jensen úr Framsókn atkvøddu ímóti uppskotinum hjá samgonguni. Nú er Sólvti Nolsø farin úr Løgtinginum, og í hansara stað er komin Árni M. Dam, sum sigur seg fara at atkvøða fyri. Tí meta tey fýra tingfólkini, at uppskot nú kann samtykkjast í Løgtinginum.
Tey fýra tingfólkini leggja sama uppskot fram, um landsstýrismaðurin legði fram í fjør, tó við teimum broytingum, sum vórðu gjørdar í rættarnevndini í Løgtinginum.
Uppskotið kann lesast her.
Álitið hjá rættarnevnd Løgtingsins kann lestar her.