B36 vann báðar dystirnar við Stórá í Trongisvági, og TB vann á ovara vølli í Gundadali í Havn. Tað kunnu vit staðfesta nú vit skulu taka stutt samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum B36 og TB í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum seks stig til B36, og trý stig til TB.
Málúrtøkan í hesum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 6-2 til B36.
TB – B36 0-5 (0-1) - 21. september
0-1: Pætur J. Petersen (26.)
0-2: Pætur J. Petersen (59.)
0-3: Marius Kryger Lindh (85.)
0-4: Tobias Hansen (90.)
0-5: Tobias Hansen (90.+)
B36-TB 0-2 (0-0) - 28. juli
0-1 Joel Dan Erik Sundström (52.)
0-2 Mohammed Samba (84.)
TB-B36 0-1 (0-1) - 30. mars
0-1 Matthias Hellisdal (14.)
Kelda: FaroeSoccer