Sum støðan er nú, vildi eg mælt til, at vit avmarka okkara sosiala lív sum mest, og at vit halda okkum til okkara egna húski sum mest. Soleiðis ljóða ráðini frá Páli Weihe, ráðgevara í koronu.
Stríðið ímóti koronu er ikki av enn, kanska tvørtur ímóti harðnar tað í hvørjum. Nú hevur eitt nýtt slag tikið seg upp, sum verður nevndur tann suðurafrikanski varianturin, og ivi hevur tikið seg upp, hvussu væl koppingarevnið virkar ímóti tí variantinum.
– Men tað, sum vit stúra mest fyri her um okkara leiðir í løtuni, er tann enski varianturin. Tað er alt, sum bendir á, at koppingarevnið virkar ímóti tí enska variantinum, men tann serligi vansin við honum er, at hann smittar nógvar ferðir verri enn tað slagið av koronu, vit higartil hava havt, sigur ráðgevarin.
– Fær hann fótin fastan, er vandi fyri, at heilt nógv fólk verða smittað, og at heilsuverkið verður ovbyrjað av koronu, og tað er ikki ein tespulig støða hjá einum samfelagið at vera í, sigur Pál Weihe.
Í Danmark, í Bretlandi, og aðrastaðni, eru tey hart rakt av tí enska variantinum og tískil hava myndugleikarnir í Danmark og Bretlandi, mest sum fryst alt samfelagið niður fyri at forða fyri smittuspjaðing.
Og eisini í Føroyum heldur Pál Weihe, at vit hava eina serliga grund til at vera á varðhaldi og at forða fyri, at hesin varianturin eisini fer at fáa fótin fyri seg. Hann ivast ikki í, at hann fer at koma til Føroya, tí Danmark er tað landið, sum vit hava mest samband við, men vit eiga øll at gera okkara til, at hann ikki fer at breiða seg í samfelagnum.
– Vit eru í eini nógv betri støðu enn tey eru í aðrastaðni og endamálið er at varðveita ta góðu støðuna, vit eru í, sigur hann.
– Nú hava vit eina serliga grund til at vera varin, so tá ið eg verði spurdur, mæli eg til at útseta øll sosial tiltøk. Men ber tað ikki til at útseta sosial tiltøk, eiga vit í hvussu so er ikki at vera meiri enn 20 fólk saman.
Vit eiga eisini at vera serliga varin, tá ið vit skipa fyri ítróttartiltøkum, framsýningum og øðrum tiltøkum. Hinvegin heldur ikki, at tað er átrokandi at lata arbeiðspláss, skúlar, barnagarðar, og aðrar stovnar, aftur.
Hann heldur eisini, at vit eiga at ansa eftir, tá ið vit fara til handils og tað besta er, at tað bara er eitt fólk úr hvørjum húski, sum fer til handils. Í Danmark hava tey mælt til, at tað eru minst tveir metrar ímillum fólk, og tað heldur hann, er eini góð ráð. Og øll hini tilmælini um frástøðu og reinføri, standa eisini við
Náttarlívið er opið aftur, sum vant, men Pál Weihe sigur, at øll vita, hvussu vit eiga at bera okkum at og at tað ikki er skynsamt at troka seg saman á einum skeinkistaði. Vit hava øll eina persónliga ábyrgd av at forða fyri, at smittan breiðir seg, og tað er ikki ábyrgdarfult at troka seg saman á einum skeinkistaði, sigur hann.
Vit mugu ikki missa tamarhaldið á støðuni nú, leggur hann dent á. Tí heldur hann, at hendan støðan eigur at standa við til vit hava koppsett so nógv fólk, at smittuvandin minkar. Í hvussu so er heldur hann, at hendan støðan eigur at standa við, til øll tey eldru á røktar- og ellisheimum, og onnur í vandabólkum, eru koppsett.
Hann hevur sigur, at í Danmark eru tey liðug at koppseta búfólkunum á ellis- og røktarheimum í morgin men vit hava ikki koppsett einum einasta búfólki enn. Tað er teimum, eg eri eina mest bangin fyri og tí eri eg eitt sindur ótolin eftir at fáa tey koppsett, sigur Pál Weihe.