tí skelkaða bygdafólkinum sína nýggju kollveltandi vitan, at jørðin var rund sum ein bóltur - hon var ikki fløt sum ein pannukaka, sum tey trúðu. Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi tí Rasmus kolldømdi [...] tí hon var ikki annað enn ein pátikin remsa, sum ongin skilti nakað av kortini og sum ongan týdning hevði fyri tilveruna á fjallinum. Nakað undan okkara góða Rasmusi var ein annar klókur maður eisini komin [...] Galileo ein nærlagdur og djarvur granskari. Hann var komin fram til, at Jørðin var ikki tann fasti og ævigi miðdepilin í alheiminum, sum øll hini himmallikamini mólu um, jørðin var ikki annað enn ein gongustjørna
eykalutum til alskyns bilar. Í 1983 fór P/F Esmar Simonsen frá at verða meiri ella minni ein kjallarafyritøka til at verða ein handil við egnum hølum og størri goymslu. Í 1990 fekk fyritøkan nýggjan bygning á [...] bilar fer P/F Esmar Simonsen nú undir at selja bilar eisini. Fyritøkan, sum heldur til á Kambsdali, er ein vælkend og vird í føroysku bilbransjuni, og menningin, sum hevur verið í felagnum seinastu árini, heldur [...] starvsfólkum í fyritøkuni, tekur túrin um Leirvíksfjørð hvønn morgun og hvørt kvøld, heldur at tað er ein natúrlig gongd, at felagið nú fer undir bilasølu. ? Skulu vit víðka um okkara virksemi, skal tað verða
Strækker, sum eigur nógvar matstovur í eitt nú Nyhavn, lagt til merkis. Tískil hevur fyritøkan gjørt ein faldara, har teir bjóða matstovurnar fram til føroyingar, sum eru á vitjan í Keypmannahavn. Faldarin [...] fyritøkan hevur gjørt til føroyingar, eru serliga samansettar matskráir við nógvum fiskarættum. Onkur vil kanska siga, at tá ið føroyingar fara uttanlanda, so vilja teir fegin hava annað at eta enn fisk, men hetta
bankamálið, ein upphædd, har talað verður um millum 1/1 ? 2 1/2 mia kr. Herumframt kemur so niðurgjalding av uttanlandsskuld uppá 4-5 mia. kr. og hvussu hendan afturgjalding verður relaterað til ein komandi [...] avgerandi fundurin...! Frammanvert borgina valdar tøgn: Eingi fólk, eingin ferðsla, ein tómur bussur steðgar við skeltið ? sum ein skotrið gjøgnum náttina: Hvøllu brestirnir frá ventilum og brennioljupumpunum [...] ) vil forða føroyingum (og danska almenninginum) at síggja, hvat tað er, sum fer fram, og serliga kanska, hvat tað er, sum kemur at fara fram í Føroyum. At samráðingar skuldu fara fram tann 10. juni 98
Sandoynni, Sand, Skopun, Skálavík og Húsavík. Sostatt gongur fýra ímillum, at stevnan er í hvørjari bygd. Tað, sum kemur inn á stevnuni, verður brúkt at reka ungmannafelagið fyri og Lillian Clementsen, formaður [...] ímillum heimasandsmenn og skopunningar. Á Sandinum verður eitthvørt, børn sleppa at rógva í ánni, og ein stuttan ríðitúr á hesti, postarenning verður, málskjóting, pylsusøla og tey, sum tora, sleppa at royna
donsku landskappingini, men sum í løtuni eru heima í summarfrí, hildu seg eisini til. Tí fekk kappingin ein »altjóða« dám, og tað gjørdi bara kappingina eitt sindur meira spennandi. Kappingin var soleiðis skipað [...] sett ímóti hvørjum øðrum og spælt var upp í 15 stig við tveimum stigum á muni. Eitt sindur lítið kanska, men varð spælt longri, var vandi fyri, at kappingin gjørdist ov drúgv og at myrkrið legði seg áðrenn
var vóru 12 lið, sum vóru býtt í fýra bólkar. Í síðstu løtu komu trý lið aftrat og tey vóru beind í ein bólk fyri seg, sum spældi seinast í innleiðandi umfarinum. Bert heilt fáir leikarar høvdu roynt seg [...] spælt eitt sett upp í 15, og tí vóru dystirnir ikki so drúgvir. Spenningur var tó í fyri tann skuld, kanska serliga tí at flestu spælararnir til dagliga antin spæla í føroysku meistaradeildini ella í donsku [...] Fleyr øðrumegin ímóti Bárði Mikkelsen og Rúna Weihe úr Fram hinumegin. Henda semifinalan gjørdist sera ein sera spennandi dystur. Klæmint og Líggjas høvdu lutfalsliga lætt spæl í innleiðandi umfarinum, men
eisini undir, at eingin FM-stig eru at kappast um. Men teinurin, sum róð verður á á Varmakeldu kann kanska lokka bátarnar til býin. ? Róð verður á 1000 metra málið, og tað verður tað eisini gjørt í teimum [...] upp at standa. ? Tað er stórt spell, tí tónleikacaféin hevur altíð verið væl vitjað og hevur sett ein góðan dám á stevnuna. Men í ár fingu vit heilt einfalt ikki nóg mikið av luttakarum, og so forbjóðaði
Fiskirannsóknarstovuna, er ein væl meiri útgjørd snella, nakað væl størri eisini, tá hon m.a. er útgjørd til at taka myndir og tó fiska sum ein vanlig snella, tvs. teknisk ein stór avbjóðing at fáa snelluna [...] ? Snellan - sum er ein prototypa nú - við hesi útgerð, kostar nógv at menna, men við eini hóskandi framleiðslu, kann prísurin koma at liggja á einum sovorðnum støði, at hon kanska verður føst útgerð umborð [...] snelluna at vera so følsama sum ein vanlig snella. Sambært royndunum við hesi serligu snellu og upptøkunum frá kaganum á dorgini, er tað bert lítil partur av fiskinum, sum verður hangandi á húkinum. Nýggjar
yngru deildini í Leirvík. Tosað hevur tí verið um at gera ein vøll afturat í Klaksvík, og salomonska loysnin millum alt og einki hevur verið at gera ein hálvan vøll, sum allar tær yngstu deildirnar so kunnu [...] teppið av vøllinum í Klaksvík til ein nýggjan vøll, men tað verður av ongum. ? Vit vita ikki nær tann ætlanin verður veruleiki, og enn eru ongir pengar avsettir til ein møguligan nýggjan vøll. Tí hava vit [...] beinanvegin, ístaðin fyri at lata hann liggja og kanska oyðileggjast, sigur Steinbjørn Jacobsen. Tað er tí samstundis greitt, at skulu klaksvíkingar gera ein hálvan vøll afturat í nærmastu framtíð, verður