Eftir meiri enn 20 ára sølu av eykalutum til bilar fer P/F Esmar Simonsen nú undir at selja bilar eisini.
Fyritøkan, sum heldur til á Kambsdali, er ein vælkend og vird í føroysku bilbransjuni, og menningin, sum hevur verið í felagnum seinastu árini, heldur fram.
Fyritøkan hevur fingið fyrstu bilarnar til landið, og tað verða teir, sum skulu seta gongd í søluna av Daewoo-bilum í Føroyum. Daewoo er eitt nýtt og enn ókent bilmerki her á landi.
Byrjað verður frá ongum, og málið er at náa fram millum teir fremstu og størstu í landinum.
? Starvsfólkið hjá okkum hevur drúgvar royndir í sølu av eykalutum til bilum, og tann vitan og tær royndir, sum vit hava fingið burtur úr tí og øðrum virksemi, gevur okkum mót uppá at fara í holt við at selja bilar eisini, sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá P/F Esmar Simonsen.
Klaksvíkingurin, sum saman við tveimum øðrum starvsfólkum í fyritøkuni, tekur túrin um Leirvíksfjørð hvønn morgun og hvørt kvøld, heldur at tað er ein natúrlig gongd, at felagið nú fer undir bilasølu.
? Skulu vit víðka um okkara virksemi, skal tað verða á økinum, sum vit kenna, og sum vit eru góðir til. Vit skulu byggja víðari á tað grundarlag, sum er lagt gjøgnum fleiri ártíggjund, sigur hann.
? Vit hava royndir í at veita krevjandi tænastu til fiskiídnaðin og bilbransjuna, og tað er við til at gera okkum sterkari.
Vita hvat skal til
P/F Esmar Simonsen var fyrst í 90?unum niðri og vendi, sum øll bilbransjan annars var tað. Fyritøkan koyrdi fyri lágum blussið árini, tá føroyska samfelagið var í djúpari kreppu, men seiglívaða fyritøkan hóðraði tó undan, og nú hevur hon vaksið seg størri og sterkari enn nakrantíð.
? Umsetningurin hjá okkum er vaksin nógv seinnu árini, og vit ætla at halda fram við gongdini. Tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri felagið, at vit hava fleiri bein at standa á, og tað er millum annað við tí í huga, at vit nú fara undir bilasølu, sigur Karl Birgir Isaksen.
Hann veit væl, at tað kann verða trupult at senda eitt nýtt merki í topp á sølulistunum eftir stuttari tíð, men hann hevur góðar vónir.
? Vit vita hvat skal til, og vit fara at leggja okkum eftir at hava eitt breitt úrval av bilum og at veita somu tænastuna, sum vit eru kendir fyri at lata á øðrum økjum.
? Vit eru sannførdir um, at Daewoo hevur tað sum skal til fyri at blíva eitt stórt merki í Føroyum. Bilarnir eru snøggir, vælútgjørdir og eru í øllum prísklassum. Líka frá gott 100.000 krónum og upp í 250.000 fyri tann størsta og best útgjørda.
Fyritøkan nógv vaksin
P/F Esmar Simonsen hevur nógv ár á bakið. Esmar Simonsen í Fuglafirði stovnaði fyritøkuna, tá hann í 1965 fór undir at selja trukkar til fiskavinnuna, sum tá fór at brynja seg út sum ein veruligur ídnaður.
Í 70?unum fór fyritøkan undir at innflyta eykalutir til bilar, og hevur síðani havt støðuga sølu av eykalutum til alskyns bilar. Í 1983 fór P/F Esmar Simonsen frá at verða meiri ella minni ein kjallarafyritøka til at verða ein handil við egnum hølum og størri goymslu. Í 1990 fekk fyritøkan nýggjan bygning á Kambsdali, og har hava tey so hildið til síðani.
Í dag er virksemið breiðari enn nakrantíð, og umfatar sølu av trukkum, eykalutum til trukkar og bilar, pakning og maskinur til fiskiídnaðin, ymsar tænastur og annað. Og sum tað nýggjasta hevur fyritøkan fingið einaumboð uppá SKF-legur, sum nógv verður brúkt av í Føroyum. 12 fólk starvast í løtuni í fyritøkuni.
Daewoo, sum P/F Esmar Simonsen nú umboðar, er eitt risastórt suðurkoreansk felag. Umframt at framleiða bilar, fæst felagið eisini við at gera skip, trukkar, flogfør, trylur, maskinur og nógv annað.
250.000 fólk arbeiða hjá felagnum kring allan heimin, og í 1996 var umsetningurin 65 milliardir doll-arar, og tað gjørdi felagið til nummar 24 á listanum yvir størstu feløgini í heiminum.
Stóra framgongd
Seinastu fýra árini hava havt við sær munandi øking í umsetninginum hjá P/F Esmar Simonsen. Fyritøkan er við á nógv fleiri økjum enn áður, og framgongdin hevur havt við sær sjálvsálit til at fara undir bilasølu.
? Vit hava gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at koma nærri framleiðarunum av teimum ymsum vørunum, og tað hevur eydnaðst sera væl. Vit hava nógv fleiri vørur nú, og vit eru meiri ágangandi í okkara sølupolitikki. Alt tað hevur havt við sær eina stóra framgongd, sum vit ætla at halda á fram við, millum annað við nýggju bilasøluni, sigur Karl Birgir Isaksen.
Fulgafjørður hevur áður havt bilasølu og Volvo vísti, at tað bar til at etablera eina stóra sølu uttan fyri høvuðsstaðin. Tá Volvo var uppá tað størsta, seldu teir væl omanfyri 200 bilar um árið, og tað eru slík sølutøl, sum P/F Esmar Simonsen vónar at fáa aftur í Eysturoynna.
Í løtuni hevur fyritøkan ongar ætlanir um at lata handil upp aðrastaðni, og tað skuldi kanska heldur ikki verið neyðugt, nú fyrsti bilurin er seldur ? til Havnar!