Nógvir føroyingar leita sær til Danmarkar og einamest til Keypmannahavnar í arbeiðsørindum, á frítíðarferð ella onkrum øðrum ørindum. Hetta hevur danska fyritøkan Brødrene Strækker, sum eigur nógvar matstovur í eitt nú Nyhavn, lagt til merkis. Tískil hevur fyritøkan gjørt ein faldara, har teir bjóða matstovurnar fram til føroyingar, sum eru á vitjan í Keypmannahavn. Faldarin er á føroyskum og hevur nøkur serlig tilboð til føroyingar. Faldarin bleiv fyrr í ár sendur út til fleiri fyritøkur, stovnar og virkir kring landið.
Matstovur á høgum støði
Tær báðar matstovurnar, sum fyritøkan eigur í Nyhavn, eita ávíkavist Barok og Skipperkroen. Báðar eru tær sera nógv vitjaðar, og millum manna er Skipperkroen helst kendasta matstaðið í Nyhavn.
Tilboðini, sum fyritøkan hevur gjørt til føroyingar, eru serliga samansettar matskráir við nógvum fiskarættum. Onkur vil kanska siga, at tá ið føroyingar fara uttanlanda, so vilja teir fegin hava annað at eta enn fisk, men hetta eru fiskarættir, sum vit ikki kenna her heima.
Vóna at føroyingar taka væl ímóti tilboðnum
Stjórin í fyritøkuni, Ole Strækker, vónar, at føroyingar fara at taka væl ímóti tilboðnum og fara at vitja matstovurnar dúgligani. Eisini er tað ikki óhugsandi at føroyingar kunnu koma við onkrum íblástri til nýggjar rættir á matstovunum.