Teir fyrstu graslíkisvallirnir, sum komu til Føroya miðskeiðis í 80?unum, hava tænt fyri seg. Og tó.
Í hesum døgum verður graslíkið á ovara vølli í Gundadali og í Klaksvík skift út, og sannur gravgangur er eftir gamla graslíkisteppinum.
Í Havn er gamla teppi lagt á goymslu í Húsahaga, men gongur sum ætla, verður tað ikki liggjandi har.
? Vit hava fingið nógvar umbønir um at fáa burtur av gamla teppinum. Spurningurin er bara hvussu nógv av tí kann brúkast, tí tað er nógv illa slitið, sigur Vøgg Guttesen, býarverkfrøðingur í Havn.
Í Klaksvík eru umbønirnar eisini nógvar, og tær koma úr øllum landinum
? Tað er greitt, at øll, sum vilja hava burturav, fáa ikki. Vit hugsa fyrst um norðuroyggjar, men møguliga fer okkurt av teppinum aðrastaðni eisini, sigur Steinbjørn Jacobsen, formaður í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráð.
Til barnagarðar
og spælipláss
Í hesi vikuni varð gamla teppið tikið av vøllinum í Klaksvík, og stóru og tungu rullirnar liggja við vøllin í Djúpumýru. Har eru nøvn longu sett á rullurnar. Nakað skal til Viðareiðis, Hvannasund og Haraldsund og nakað skal brúkast í Klaksvík.
Á Viðareiði hava tey leingi havt ein vøll í grótbrotinum, og har skal nú graslíkið leggjast á. Í Klaksvík skal graslíkisteppið brúkast á teimum ymsu spæliplássunum kring um í býnum og barnagarðurin fær eisini sín part.
Í Havn eru tað eisini slík støð, sum vilja hava av graslíkinum, og eisini í høvuðsstaðnum ætla teir sær fyrst og fremst at lata teppið til støð í kommununi.
Vøllurin verið
eitt spælipláss
Munurin millum gomlu vallirnar í Klaksvík og í Havn er fyrst og fremst, at í Havn er sandur í, meðan tað ikki er tað í Klaksvík. Graslíkið av vøllinum í Klaksvík er tí nakað reinligari og lættari at hava við at gera enn teppið í Havn, sum er tungt av sandinum, sum liggur í tí.
Í Klaksvík hevur vøllurin, sum so manga aðrastaðni, verið eitt stórt spælipláss øll árini, men spurningurin er hvussu tað verður framyvir nú sandur skal í.
? Tað er eisini tí at vit brúka gamla graslíkið á spæliplássunum kring um í býnum. Møguliga fara børnini at taka tað teppið fram um tað nýggja, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Droyma um ein vøll afturat í Klaksvík
Stórt trýst er á vøllin í Klaksvík, og tá flestu heimadystirnir eru, má KÍ spæla nakrar av heimadystunum í yngru deildini í Leirvík. Tosað hevur tí verið um at gera ein vøll afturat í Klaksvík, og salomonska loysnin millum alt og einki hevur verið at gera ein hálvan vøll, sum allar tær yngstu deildirnar so kunnu spæla á. Tað hevði loyst trupulleikan.
Tað hevur tí verð frammi at brúka gamla teppið av vøllinum í Klaksvík til ein nýggjan vøll, men tað verður av ongum.
? Vit vita ikki nær tann ætlanin verður veruleiki, og enn eru ongir pengar avsettir til ein møguligan nýggjan vøll. Tí hava vit valt at lata vøllin koma til nyttu beinanvegin, ístaðin fyri at lata hann liggja og kanska oyðileggjast, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Tað er tí samstundis greitt, at skulu klaksvíkingar gera ein hálvan vøll afturat í nærmastu framtíð, verður hann gjørdur við nýggjum graslíki.
Fleiri enn
10 ár á baki
Graslíkisvallirnir í Havn og Klaksvík vóru teir fyrstu sum komu til landið, og teir hava báðir fleiri enn 10 ár á baki. Teir eru niðurslitnir, men kunnu tó koma til nyttu aðrastaðni enn á støðunum, har týdningarmiklir fótbóltsdystir verða spældir alt summarhálvárið.
Havnarmenn og klaksvíkingar hava samstarvað í arbeiðnum at fáa nýggjar vallir, og tí verður arbeiðið gjørt í senn á teimum báðum størstu plássunum í landinum. Og tá julimánaði er farin afturvið og arbeiðið er liðugt, fara tað at liggja eins graslíkisteppi á vallunum í Klaksvík, í Havn og á Argjum.
Fleiri av hinum vallunum í Føroyum eru eisini slitnir, men enn ikki so mikið, at tað eru ítøkiligar ætlanir um at skifta nakrar av teimum.
Tær ætlaninar fara at koma á borði næstu árini, og tá kunnu tey, sum hesaferð vórðu vónbrotin um at ikki at fáa burtur av gomlu teppunum í Klaksvík og Havn, aftur liggja framvið.











