úr íslandi til bretska marknaðin undir heimsbardaganum. Í 1943 giftist Thorbjørn við Andreu, f. Sørensen, úr Grundini í Trongisvági. Stutt eftir at tey giftust, fóru Andrea og Thorbjørn til Íslands at [...] ungdómar tá í tíðini fór Thorbjørn sum 14 ára gamal til skips, og mann hann í dag nokk teljast millum teir fáu føroyingarnar á lívi, sum hava verið til fiskiskap við deyðsiglara. Tá ið løgtingið undir seinna [...] landinum. Og óteljandi eru teir sangir sum Thorbjørn hevur yrkt til veitlsuhald av ymiskum slag. Hann sum ikki veit betur, heldur ikki tað ber til at Thorbjørn er náddur "kempualdur", so virkin sum hann er
lærari í Lopra og á Økrum frá 1933 til 1944, tá hann fór til Vágs at vera lærari í 5 ár. Síðani var hann aftur lærari í skúlanum á Leiti - fyri bygdirnar Lopra og Akrar - til hann legði frá sær fyri aldur í [...] bussinum árla á morgni at síggja til teir báðar seyðirnar, hann hevði har. Á Stykkinum hevði hann tvey hús, annað til sín sjálvs, við vatni og streymi løgdum inn, og hitt til seyðirnar. Hann plagdi at keypa [...] fekst hann við seyð. Danin Poul Sørensen kom á Loranstøðina á Eggjunum í Vági. Hann giftist lorvíksgentu og flutti til Argjar, har hann hevði handil. Poul átti ein kolonihava uppi á Ternuryggi. Olaf keypti
eftir ársskiftið í 1973 fór til Keypmannahavnar. Burtursæð frá einum ári í 1977-78 búleikaðist hon í danska høvuðsstaðnum fram til í september 1987, tá ið hon flutti aftur til Toftir, har hon framvegis býr [...] Sanna til køksleiðara. Hon hevur ikki arbeitt nakað serligt við matgerð, men henni dámar væl og tað liggur væl fyri at matgera, um tað so er at kóka og steikja ella at baka eitt nú kransakøkur til so mong [...] høvi. Undir útbúgvingini til køksleiðara var hon í starvslæru í køkinum á einari av føðiklinikkunum, sum tá vóru í Keypmannahavn. Tá var tað, at hugurin kveiktist at læra til jarðamóður. Sanna fór undir
Lærerseminarium í 1978. Arbeiddi so sum lærari í Albertslund til vit fluttu heim til Føroyar í 1980, tá hon for at arbeiða í Hoyvíkar skúla til hon gavst fyrraárið. Sum lærari hevur hon givið næmingum u [...] gar hópi og uttanfyri skúlatíð hevur hon sett síni spor. Hugsi eitt nú um túrin til Ummannaq. Samlaði lítla millión til henda grønlandstúr, sum fáir føroyingar munnu hava upplivað makan – allur flokkurin [...] hevur fylgt mær og mínum á lívsleiðini. Fyri okkara børnum er hon omman, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja. Hvør minnist ikki pyjamas party hjá Joannu við tilhoyrandi móta show fyri allar gentunar
farin til skips og tí kundi hjálpa til við húsarhaldinum. Tá mamma var 15 ára gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara. Tvey ár seinri fór hon suður til Vágs [...] stundir til okkara, var altíð har við onkrum góðum, tá vit komu úr skúla. Hon fortaldi søgur og hon sang fyri okkum. Leygarkvøldini, tá vit sótu reinskúraði í køkini, og mamma rørdi deiggið til sunnuda [...] norður í Dal ella á Lopranseiðið, tey spentu seg út og hugnaðu sær saman til konsertir kring oyggjarnar, og tey høvdu minniríkar ferðir til Noregs og Danmarkar saman. Pabba doyði fyri fáum árum síðan, og mestsum
Einar doyði í 1981, og Trina doyði týsdagin í hesi vikuni. Hon fer til gravar í dag, men tað bar ikki til hjá yngra soninum at vera við til jarðarferðina hjá mammuni. Soleiðis hevur luturin hjá sjómonnunum [...] hevur ikki verið leingi. So hevur trongdin eftir aftur at sleppa at flóta og at fara til fiskarí vunnið. Tá ið Símun fór til skips sum 14 ára gamalur, var tað við Bjørgvin, sum Jákup Joensen í Leirvík førdi [...] slagnum av føroyskum sjómonnum. Hann hevði ikki meiri enn fingið prestsins hond á høvdið, tá ið hann fór til skips, og síðani hevur hann so at siga bara verið í vinnu á sjónum. Okkurt stutt skifti hevur hann
og Høgni Lervig, sum seinni fekk sær Lómstein til eftirnavn. Hon var úr Syðrugøtu, og hann var ættaður úr Norðagøtu, men flutti longu sum níggju ára gamal til Syðrugøta. Tey fingu tíggju børn: Arnbjørn á [...] Finnur í 2003. Hanus royndi sjólívið, áðrenn hann fór til Havnar, har hann lærdi í Skipshandlinum og gekk í handilsskúla. Eftir at hann í 1967 var fluttur til Toftir at búgva, arbeiddi hann í alingini, sum Júst [...] minst í samkomuni Nebo verða tey bæði saknað. Eftir at Hanus var komin til Toftir at búgva, fór hann skjótt saman við konuni at hjálpa til í sunnudagsskúlanum, og síðani tá hevur hann sýnt stóra ábyrgd fyri
smádrongur kundi hugsa sær, sigur hann. Sum 15 ára gamal fór Asbjørn til skips, og sigldi hann sum dekkari, til hann sum 19 ára gamalur fór niður til Svendborg á sjómansháskúla. Har gekk hann í 3 mánaðir í skúla [...] føroyingum. Ùr Danmark fór hann yvir til Noregs at leita sær kjans við norskum handilsskipi, men endaði umborð á einum svenskum skipi. Har sigldi hann sum matrósur, til hann í 1959 fór á stýrimansskúla í [...] Asbjørn Stenberg er sonur Onnu og Jan Stenberg. Anna er fødd Poulsen og giftist Jan Stenberg av Tvøroyri. Tey búsettu seg í Sandvík, har Asbjørn vaks upp. Asbjørn er giftur Mary Sutherland, sum er hálvur
nógv fólk. Dinna er ættað úr Sandavági, men fór sum heilt ung til Havnar at tæna. Og í Havn, ella rættari á Argjum, varð hon verðandi. Hon giftist í 1937 við Ólavi Dalsgarð av Velbastað. Ólavur, sum rættiliga [...] beiggin í Sandavági hana kortini. Hann fekk níggju. Eisini tvíburðar. Og at koma til »fastur« er bara tað sama sum at koma heim til sín sjálvs, láta tey at har vesturi. Dinna hevur alla sína tíð gingið heima [...] døtur og fimm synir. Tvíburðar ímillum. Ommu- og abbabørn og seinni langommu- og abbabørn løgdust til. Tey búsettust fyrst í Bringsnagøtu í Havn og fluttu síðan út í Rættará. Fyri umleið hálvari øld síðan
Hann var tá 55 ára gamal. Starvið røkti hann til lítar, til hann gavst í 1994. Jákup og Anna gingu við lív og sál uppí prestatænastuna. Tað var eitt kall til bæði. Jákup plagdi at siga, at hann var nógv [...] øll! Hebrearabrævið 13,7 leggur okkum hetta á hjartað og sinnið: - Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir [...] nøkur ár, áðrenn hann fór í starv hjá oljufelagnum Esso, har hann seinni gjørdist stjóri. I 1949 giftist Jákup við Annu Johansen. Tey fingu 3 born. Í 1970-unum, meðan hann var stjóri á Esso, byrjaði hann