Fríggjamorgunin 10. mai andaðist Jákup Kass, fyrrverandi prestur á Nesi, 88 ára gamal. Jákup var ættaður av Strondum, elsti sonur Sannu og Bartal Kass og elstur av 10 systkjum. Eftir lokna skúlatíð á Strondum fór Jákup víðari í skúla í Havn og seinni í Danmark. Heimafturkomin gjørdist hann reiðari og keypmaður á Strondum í nøkur ár, áðrenn hann fór í starv hjá oljufelagnum Esso, har hann seinni gjørdist stjóri.
I 1949 giftist Jákup við Annu Johansen. Tey fingu 3 born.
Í 1970-unum, meðan hann var stjóri á Esso, byrjaði hann at lesa gudfrøði. Tá var ein ávís lóggáva í gildi, sum loyvdi fólki at lesa gudfrøði uttanum tann vanliga gudfrøðislesturin.
Á sumri 1980 byrjaði Jákup sum sóknarprestur á Nesi. Hann var tá 55 ára gamal.
Starvið røkti hann til lítar, til hann gavst í 1994.
Jákup og Anna gingu við lív og sál uppí prestatænastuna. Tað var eitt kall til bæði. Jákup plagdi at siga, at hann var nógv úti og uppi í nógvum, men tað var bara gjørligt, tí hann hevði eina góða konu heim, sum samstundis var “sekreterur”
Anna, sum andaðist í 2011, var Jákupi ein góð kona og ein stórur stuðul.
Jákup var sera virkin, bæði í kirkjuligum samanhangum, í Heimamissiónini og í Sjómansmissiónini. Hann sat í høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og var eisini formaður í nøkur ár. Jákup var eisini nógv upptikin av Ísrael.
Jákup, sum kom til livandi trúgv á Jesus miðskeiðis í 1930unum, var eitt livandi vitni um ein livandi Gud. Hann var missiónsmaður – har hann var og hvar hann var .
Hann segði fleiri ferðir smílandi, at tá ið prestar og onnur fólk søgdu við hann, at tað hevði verið nógv lættari hjá honum at verið prestur, um hann ikki hevði verið missiónsmaður, svaraði hann aftur, at hann hevði als ikki verið prestur, um hann ikki var missiónsmaður.
Nevnast kann til dømis, at meðan Jákup var prestur, fekk hann at uppliva ta gleði, at bæði nýtt missiónshús og nýggj kirkja vórðu bygd á Toftum - og tað sama ár, í 1994.
Jákup var tó givin sum prestur tá Fríðrikskirkjan varð vígd í november.
Eftir lokna prestatænastu fluttu Anna og Jákup aftur á Strendur at búgva.
Nú vóru taldu dagarnir hjá Jákupi uppi, fjørðurin rógvin, árarnar lagdar inn og stríðsmaðurin komin í havn – í Jesu favn.
Vit eru mong, sum við gleði, undran og takksemi líta aftur á alt tað góða Gud gav okkum við og gjøgnum Jákup.
Gud signi tykkum ið stóðu honum nærmast – og okkum øll!
Hebrearabrævið 13,7 leggur okkum hetta á hjartað og sinnið:
- Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!-
Ærað veri minnið um Jákup Kass.
-----
Torleif J.










