Símun Einarsson 50 ár

Mikudagin 6. apríl varð Símun Einarsson í Lamba 50 ár. Hann hevur verið sjómaður alla sína tíð, og nú hann fór um tey hálvt hundrað, var hann á búrfiskaveiðu suðuri við Azorurnar.
                      Símun er ættaður úr Rituvík. Hann er sonur Trinu og Einar Einarsson. Tey eru fimm systkin ? Eiler, Hensia, Hanna, Símun og Laura. Eiler og Laura búgva í Rituvík, Hensia býr í Havnini, og Hanna býr í Saltangará. Einar doyði í 1981, og Trina doyði týsdagin í hesi vikuni. Hon fer til gravar í dag, men tað bar ikki til hjá yngra soninum at vera við til jarðarferðina hjá mammuni. Soleiðis hevur luturin hjá sjómonnunum ofta verið.
                      Símun Einarsson er av tí gamla slagnum av føroyskum sjómonnum. Hann hevði ikki meiri enn fingið prestsins hond á høvdið, tá ið hann fór til skips, og síðani hevur hann so at siga bara verið í vinnu á sjónum. Okkurt stutt skifti hevur hann arbeitt á landi, men tað hevur ikki verið leingi. So hevur trongdin eftir aftur at sleppa at flóta og at fara til fiskarí vunnið.
                      Tá ið Símun fór til skips sum 14 ára gamalur, var tað við Bjørgvin, sum Jákup Joensen í Leirvík førdi. Síðani var hann við Suðurland, Vestfart og Stapanum. 1975-1976 gekk hann á skiparaskúla, og síðani var hann við Havørnini. Av og á loysti hann av sum bestimaður. Í 1982 fór hann við Stjørnuni, sum partrolaði við Polarhav. Í 1987 fór hann við Ametyst, sum partrolaði við Jaspis. Hann stýrimaður og loysti av sum skipari.
Miðskeiðis í níti árunum fór hann saman við Harry á Lakjuni, sum hann hevði samstarvað nógv við í partrolingini, við Boðasteini, sum fuglfirðingar áttu. Símun var stýrimaður og avloysara skipari, og tað var tá, at teir fóru at royna eftir búrfiski syðri í Atlantshavinum, enn føroyingar vanliga høvdu roynt.
                      Tá ið vágbingar keyptu Boðastein í 2002, og hann aftur gjørdist til Roc Amador, fylgdi Símun við, og har var hann, inntil hann fyri stuttum saman við øðrum keypti Rán, sum hann nú er á búrfiskaveiðu við.
                      Símun er av raskastu sjómonnum. Hann hevur ongantíð spart seg, hann dugir alt arbeiði, og so hevur tað ikki minst at siga, at hann er sera fryntligur og lagaligur at vera saman við.
                      Símun giftist 15. mai í 1978 við Sonju Johannesen, sum er ættað úr Lamba. Tey bygdu á Byrgisheygnum, og tey eiga trý børn ? Sigurjón, Sóley og Sámal. Sóley er gift Jóhan Sundskarð úr Klaksvík, og tey eiga ein son.
                      Frá tí hann var lítil smádrongur, hevur veiðuhugurin ligið til Símun, og soleiðis er tað framvegis. Tá ið hann er heima, dámar honum væl at fara við byrsuni at skjóta fugl og harur, og hann hevur ikki verið leingi heima, tá ið hann fer á flot saman við verfaðirinum.