- Tað merkist at Asbjørn hevur staðið á eini brúgv

Hetta sigur Óla-Svenn Nolsøe, stjóri hjá P/f Wenzel, um starvsfelaga sín, Asbjørn Stenberg. Asbjørn fer í dag úr starvi eftir at hava arbeitt hjá fyritøkuni í sløk 22 ár. Hann hevur sjálvur ynskt at gevast, nú hann er vorðin 67 ára gamalur

Asbjørn Stenberg  er sonur Onnu og Jan Stenberg. Anna er fødd Poulsen og giftist Jan Stenberg av Tvøroyri. Tey búsettu seg í Sandvík, har Asbjørn vaks upp.
            Asbjørn er giftur Mary Sutherland, sum er hálvur skoti. Tey eiga 2 døtur og 4 ommu-og abbabørn.
            - Barnaárini vóru góð, sigur Asbjørn. Sandvík er eitt paradís, og har var alt, ein smádrongur kundi hugsa sær, sigur hann.
            Sum 15 ára gamal fór Asbjørn til skips, og sigldi hann sum dekkari, til hann sum 19 ára gamalur fór niður til Svendborg á sjómansháskúla. Har gekk hann í 3 mánaðir í skúla saman við 13 øðrum føroyingum.
            Ùr Danmark fór hann yvir til Noregs at leita sær kjans við norskum handilsskipi, men endaði umborð á einum svenskum skipi. Har sigldi hann sum matrósur, til hann í 1959 fór á stýrimansskúla í Havn.
 
Av brúnni á bilasølu
 
Tá hann í 1961 hevði fingið stýrimansútbúgvingina, fór hann at sigla við skipum hjá DFDS, og tvey ár seinni fekk hann prógv sum skipsførari.
            Eftir at hava siglt í góð tríati ár, legði Asbjørn seg upp á land, sum tað verður rópt. Tá var hann 47 ára gamal og hevði fingið nóg mikið av sjólívinum. Umstøðurnar hjá teimum, sum sigldu úti tá, vóru heldur ikki sum nú. Túrarnir vóru langir, við hvørt upp í 9 mánaðir og enntá longur.
            Tann 9. juni 1981 byrjaði Asbjørn í starvi hjá Wenzel Petersen, har hann hevur havt ábyrgdina av at taka ímóti viðskiftafólki. Hetta arbeiði ber m.a. í sær at syrgja fyri, at viðskiftafólk, sum skulu hava bilin á verkstað, fáa eina tíð at koma við bilinum.  Eisini hevur hann havt ábyrgdina av at skriva reklamatiónir til Ford í Danmark.
            Asbjørn sigur, at honum hevur dámt  serstakliga væl arbeiðið. Bæði leiðsla og starvsfólk hava verið góð at starvast saman við, sigur hann.
 
Livandi og ábyrgdarfullur
 
Óla-Svenn Nolsøe, stjóri hjá P/f Wenzel, ber Asbjørn alt tað besta, nú hann gevst.
-          Asbjørn er ein sera fittur og fryntligur maður, og hann er serstakliga
ábyrgdarfullur. Hann er hugnaligur at vera í vertskapi saman við; tað er altíð lív, har Asbjørn er, sigur hann.
Hann sigur, at Asbjørn altíð møtir stundisliga, og at tað merkist, at hann hevur staðið á eini skipsbrúgv.
            Óla-Svenn lýsir Asbjørn sum ein ungdommiligan mann. Hóast aldurin,  er hárið sum hjá einum unglinga, og við hvørt verður hann biðin til modell hjá onkrum av hárfríðkanarstovunum.
            - Vit vóna, at hann, hóast hann fer úr starvi hjá okkum, ofta fer at koma á gátt á Akranesgøtu 5.
            Stjóri og starvsfólk hjá P/f Wenze bera Asbjørn øll góð ynskir og takka honum hjartaliga fyri góða og trúgva tænastu.
            Í dag millum kl. 14 og 16 verður móttøka hjá P/f Wenzel, til æru fyri Asbjørn Stenberg.