Nú fríggjadagin tann 13. mai fer mamma mín um tey sjeyti. Hon er klaksvikskona, dóttir Alexandru og Kaj Johannesen og systkini eru Mortan, Mariu, Hannu og Julius. Hon giftist tí læknalesandi Oddmari í Århus í 1963 og hava tey verið saman síðani. Hon passaði meg og pápa sum heimgangandi tey fyrstu árini í Århus, har mangar góðar løtur vóru og spælipláss í fleirtali vóru vitja. Ein forkunnug tíð har familjan bleiv væl samansjóvað. Seinni fór mamma á læraraskúla og fekk prógv frá Skovlunde Lærerseminarium í 1978. Arbeiddi so sum lærari í Albertslund til vit fluttu heim til Føroyar í 1980, tá hon for at arbeiða í Hoyvíkar skúla til hon gavst fyrraárið.
Sum lærari hevur hon givið næmingum upplivingar sum tey ivaleyst fara at minnast fyri lívið. Bæði í undirvísingar hópi og uttanfyri skúlatíð hevur hon sett síni spor. Hugsi eitt nú um túrin til Ummannaq. Samlaði lítla millión til henda grønlandstúr, sum fáir føroyingar munnu hava upplivað makan – allur flokkurin á hundasletum út í oyðuna at liggja nátt í óbygdum. Tá mamma setur sær nakað fyri fer hon um neyðugt gjøgnum heilt fyri at røkka sítt mál.
Mamma ber ikki burtur úr ætt. Hon hevur fingið nógv bæði frá Alexandru og frá Kaj. Hon er heilt víst eisini ein dama fyri sín hatt. Hon er sum eitt stórt orgul við nógvum registrum, bæði við tølandi floytustemmu og við gjallandi basúnstemmu. Hon er framsøkin, initiativrík og heilt órædd, men hon er eisini kensluborðin og skapandi, sum eitt listarfólk og í øllum hesum stendur hennara álit á Gud og Frelsara okkara fremst. Hon hevur ikki bert samkenslu við øðrum í mótgongd, men eisini viljan og evnini at umseta sína samkenslu til praktiska hjálp og stuðul.
Men fyri mær er hon fyrst og fremst mamma mín, sum við kærleika og hjálpsemi hevur fylgt mær og mínum á lívsleiðini. Fyri okkara børnum er hon omman, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja. Hvør minnist ikki pyjamas party hjá Joannu við tilhoyrandi móta show fyri allar gentunar heima hja sær ella tá hon kavaði av hægstu vippu í svimjuhylinum saman við ommubørnunum. Nógvar aðrar trivaligar løtur kunnu trívast í og einki er at ivast í, at hon er ein sera spennandi omma at hava hjá sær.
Fyri pápa hevur hon verið álitið í lívinum; hon sum gjørdi tilveruna góða, sjálvt um arbeiðið hjá pápa breyt náttarfriðin í áratíggju. Saman hava tey givið mær eina góða og trygga uppæling við Gudi í hásæti og natúrligur partur av okkara dagliga tilveru.
Eg fari at ynskja mamma hjartaliga tillukku við teimum sjeyti og Guds ríki signing framyvir.
Mamma góða, tín partur liggur ikki eftir, so tú kanst njóta lívið við góðari samvitksu – og ikki minst....ferðast um heimin, sum tú elskar.
----------
Einkarsonurin