Nýggj krimi frá Jógvan Isaksen

Nýggj krimi á veg í bókabúðirnar. 

 

Undir várróðrinum á Norðhavinum í februar, verður ein kinesari í termodrakt funnin druknaður við Kambsgjógv norðan fyri Tjørnuvík.

 

Vatnið í lungunum vísir seg ikki at vera sjógvur, men kranavvatn. Stutt seinni verður enn ein asiati funnin nakin og deyður á Slættaratindi, uttan iva blakaður út úr einari tyrlu.

 

William Hammer og Skansadeildin við tí nýggja pressutalsmanninum Hannisi Martinssoni fáa úr at gera við at fáa tamarhald á tí, sum gongur fyri seg.