Sum flestu ungdómar tá í tíðini fór Thorbjørn sum 14 ára gamal til skips, og mann hann í dag nokk teljast millum teir fáu føroyingarnar á lívi, sum hava verið til fiskiskap við deyðsiglara. Tá ið løgtingið undir seinna heimsbardaga heitti á føroyingar um at fara til Íslands at gera flogvøll fyri bretska hervaldið, var Thorbjørn ein av teimum 250 føroyingunum, sum tóku av hesum møguleika. Eisini sigldi Thorbjørn við skipum, sum sigldu við feskum fiski úr íslandi til bretska marknaðin undir heimsbardaganum.
Í 1943 giftist Thorbjørn við Andreu, f. Sørensen, úr Grundini í Trongisvági.
Stutt eftir at tey giftust, fóru Andrea og Thorbjørn til Íslands at vinna, og vóru tey har í fleiri ár. Tá lá væl fyri at vinna pening í Íslandi, og heimafturkomin keyptu tey sær tvey traðarstykki í Trongisvági, sum tey í 1950 bygdu sær hús á. Tey, sum hava havt samband við Thorbjørn og Andreu, vita, at Ísland og íslendingar hava síðan tíðani hjá grannunum fyri vestan átt serligt pláss í hjarta teirra.
Seinast í fimmtiárunum keypti Thorbjørn sær lastbil, sum hann hevði til fyrst í sekstiárunum. Eftir hetta arbeiddi Thorbjørn sum arbeiðsmaður, seinastu árini áðrenn pensiónsaldur hjá Tvøroyrar Kommunu.
Tónleikurin hevur altíð havt stóran áhuga hjá Thorbirni, og væl liggur fyri hjá honum at yrkja. Hvør kennir ikki landaplágurnar " Eg sjólívið valdi " og " Kom abbi set teg stabba á ", sum Thorbjørn yrkti fyri nógvum árum síðani, og sum synirnir báðir, Jens og Marner, hava sungið inn á band. Vakrastur av øllum sangum hansara er óivað "Kvøða til Fámjin ", har hann inniliga og vakurt lýsir náttúruna, bygdina og lívið soleiðis sum hann minnist tað, í eini av vakrastu bygdum í landinum. Og óteljandi eru teir sangir sum Thorbjørn hevur yrkt til veitlsuhald av ymiskum slag.
Hann sum ikki veit betur, heldur ikki tað ber til at Thorbjørn er náddur "kempualdur", so virkin sum hann er. Hann hevur í fleiri ár verið formaður í pensionistafelagnum HØFT, sum hann er vorðin víðakendur fyri at hava skipað fyri fleiri ferðum uttanlands saman við. Eisini er hann við, tá ið føroyskur dansur er í oynni, og eru lokalu dansifeløgini boðin onkustaðni á dansiferð, so kann ein verða vísur í at Thorbjørn er við, eisini um tað snýr seg um dansiferð uttanlands.
Thorbjørn og Andrea, sum andaðist í 2001, 81 ára gomul, fingu trý børn, eina gentu sum doyði bert fáar dagar gomul og so synirnar Jens og Marner. Jens er giftur Guðrið og eiga tey børnini Tórbjørn, Kristel og Hávard, sum andaðist í ferðsluvanlukku í 1999, 19 ára gamal.
Marner er giftur Hjørdis og eiga tey døturnar Dianu og Anitu.
Vit eru mong, ið ynskja Thorbjørn tillukku við teimum 85 og góðan byr framyvir.
Føðingardagin er Thorbjørn burturstaddur.