Olaf Krossteig deyður

24. apríl, dagin fyri flaggdagin, andaðist Olaf Krossteig í Havn, 97 ára gamal. Hann var lorvíkingur, sonur Katrinu Mariu Jacobsen og Óla Hansen, sum seinni fingu sær eftirnavnið Krossteig.
Olaf tók læraraprógv í Havn í 1929, men tá fekst einki lærarastarv, og hann fór tí at arbeiða upp á vegin, sum var í gerð millum Lorvík og Fuglafjørð. Hann var lærari í Lorvík frá hvítusunnu til ólavsøku 1930. Síðani var hann vikarur við Gjógv fyri Jóhan Kallsoy, meðan hann var í Tinginum. Eftir tað var hann eitt skifti vikarur í Kaldbak og so aftur við Gjógv. Hann var ferðalærari í Víkarbyrgi og á Akrabergi í hálvtannað ár og ferðalærari í Norðradali og Saksun stutt tíðarskeið. Síðani var hann lærari í Lopra og á Økrum frá 1933 til 1944, tá hann fór til Vágs at vera lærari í 5 ár. Síðani var hann aftur lærari í skúlanum á Leiti - fyri bygdirnar Lopra og Akrar - til hann legði frá sær fyri aldur í 1975. Í 1946-47 var hann á skeiði á Danmarks Lærerhøjskole.
Hann hevði fleiri álitisstørv. Hann var deknur á Leiti og organistur har, og hann sat í Sumbiar Bygdarráði 1942-44.
Tá Olaf fór frá sum lærari á Leiti, fluttu hann og konan til Havnar og búsettust í Vallaratúni í Eysturbýnum. Hann hevði altíð stóran áhuga fyri seyði, fiskiskapi og bjargarøkt, átti væl av jørð í Suðuroy og hevði saman við soninum 30 seyðir í haganum og 10 innistandandi. Hann ferðaðist í mong ár dúgliga suður at hoyggja og fletta.
Eisini í Havn fekst hann við seyð. Danin Poul Sørensen kom á Loranstøðina á Eggjunum í Vági. Hann giftist lorvíksgentu og flutti til Argjar, har hann hevði handil. Poul átti ein kolonihava uppi á Ternuryggi. Olaf keypti kolonihavan frá Poul og kallaði tað Stykkið. Niðan hagar fór hann við bussinum árla á morgni at síggja til teir báðar seyðirnar, hann hevði har. Á Stykkinum hevði hann tvey hús, annað til sín sjálvs, við vatni og streymi løgdum inn, og hitt til seyðirnar. Hann plagdi at keypa tvey veðurlomb frá Hanusi Vang, hava tey inni um veturin, og tá tey so vórðu dripin um heystið, plagdu tey at viga um 60 pund. Á Stykkinum hevði hann eisini hønur.
Tað var ikki av tilvild, Olaf Krossteig var lærari á Leiti. Hann fekk sær nevniliga konu úr Suðuroy, Estrid Jacobinu Midjord, dóttir Jákup og Lisu av Økrum. Børnini eru:
Maria, sum var gift við Finni Olsen í Havn, har tey búðu. Finnur doyði fyri nøkrum árum síðani.
Elsa og Jørn, sum er dani, búgva í Danmark.
Hergerð er gift við Bjørn Mohr Mortensen. Tey búgva í Havn.
Óla Jákup og Maria, sum er av Økrum, búgva í Havn.
Ása og Henning, sum er dani, búgva í Danmark.

+ mynd