Í dag, fríggjadagin 23. november, eru tað 60 ár síðani, at Sanna Hansen á Toftum var borin í heim. Sanna hevur seinastu lítlu fjórðings øldina verið ljósmóður á Landssjúkrahúsinum.
Hon vaks upp mitt á Toftum. Foreldrini vóru Maja og Júst í Túni. Tey eiga átta børn, og Sanna er nummar seks í røðini. Pápin var skipari, og tey vóru mong, sum vitjaðu inn á gólvið hjá Maju og Júst, har fryntligu døturnar hjálptu til við at stákast.
Eftir realskúlaprógvið á Glyvrum var Sanna á bíbliuskúla í Onglandi, og hon arbeiddi í handlinum hjá Pidda og á Sjómansheiminum í Runavík, áðrenn hon eftir ársskiftið í 1973 fór til Keypmannahavnar. Burtursæð frá einum ári í 1977-78 búleikaðist hon í danska høvuðsstaðnum fram til í september 1987, tá ið hon flutti aftur til Toftir, har hon framvegis býr.
Í Keypmannahavn lærdi Sanna til køksleiðara. Hon hevur ikki arbeitt nakað serligt við matgerð, men henni dámar væl og tað liggur væl fyri at matgera, um tað so er at kóka og steikja ella at baka eitt nú kransakøkur til so mong høvi.
Undir útbúgvingini til køksleiðara var hon í starvslæru í køkinum á einari av føðiklinikkunum, sum tá vóru í Keypmannahavn. Tá var tað, at hugurin kveiktist at læra til jarðamóður. Sanna fór undir lesturin á vári í 1978, og hon leyk prógv í 1981. Síðani arbeiddi hon á Gentofte og á Hvidovre, áðrenn kósin varð sett heim aftur á klettarnar.
Fryntliga og nærlagda Sanna tekur arbeiðið í sera stórum álvara, og henni dámar væl at vera við í støðugari fakligari menning. Hvønn hósdag hevur hon viðtalu á heilsumiðstøðini í Runavík, har hon hittir tær flestu á Skálafjarðarleiðini, sum eru við barn.
Í 1978 giftist Sanna Jóannesi Hansen. Tey eiga tvær døtur. Randi (1979) býr í Runavík. Hon er gift Símuni J. Hansen, og tey eiga trý børn – Sanna, Jóannes og Sæunn. Elisabeth býr í Keypmannahavn. Hon er gift Jóhan á Lakjuni. Tey eiga tvær døtur – Maia og Lea. Sanna hevur tikið ímóti øllum fimm ommubørnunum.
Ommubørnunum dáma væl at vitja ommuna og at fáa vitjan av ommuni, og hjá Sannu telur tað nógv at vera saman við teimum smáu. Maja, mamma Sannu, andaðist 2. november. Átta tey seinastu árini búði hon á sambýlinum Vesturskin á Toftum, og Sannu dámdi ógvuliga væl at vitja mammuna.
Familjuni hevur altíð dámað væl tónleik og sang, og soleiðis er tað eisini hjá Sannu. Útisetaárini stuðlaði hon sangin í Kristnastovu, har hon og hennara dámdu væl at koma, og á Toftum er tað í samkomuni Nebo.
Føðingardagurin verður hildin heima við hús á Høganesvegi 63 á Toftum leygardagin 24. november frá klokkan 11.
-----
J










