ikki minst tey bæði, sum myndaðu føroyskan politik í 1993 og 1994. ? Marita og eg høvdu gott samstarv ? fyrst í landsstýrinum hjá Atla Dam, og síðani, tá hon gjørdist løgmaður. Hetta var ein sera trupul [...] Jógvan Sundstein og Marita Petersen sótu í landsstýrinum saman, tá føroyska samfelagið fór ígjøgnum eina svára krepputíð fyrst í nítiárunum. Marita Petersen var løgmaður, og Jógvan Sundstein var lands [...] Sundstein. ? Í 1994 segði hon Fólkaflokkin upp í landsstýrinum, og hóast vit undraðust á tað, so broytti tað einki í persónliga samstarvinum millum meg og Maritu. Lurtaði væl Jógvan Sundstein heldur, at stóra styrkin
peningur er til umvælingar árið eftir og tá kemur meiri enn so fyri, at eitt arbeiði stendur í hálvum gekk, sigur Suni Rasmussen og vísir á trapputornini á B74 og B75. Ætlanin var at umvæla bæði tornini [...] hann umvælast og renoverast fyri góðar 50 mió. krónur. ? Og tað er bara tann eini bygningurin. Vit fáa um ikki so langa tíð at vita, hvat tað fer at kosta at renovera allar bygningarnar, og tá eru teir [...] 230 mió. krónur. Taka vit 1999 sum dømi, fóru góðar 190 mió. krónur til lønir og tá er ikki ein króna goldin til olju og el og annað. Tí er tað meiri enn torført at fáa tað at hanga saman, sigur Jógvan Elias
m er stórur, og í samstarvi við kommunurnar verður arbeitt við at útvega fleiri pláss. Átta eldrasambýli og ellis- og røktarheim eru í gerð. Fimm av hesum verða eftir ætlan liðug í ár og trý næsta ár. [...] um, hvussu skjótt og væl tú kanst framleiða traditionellar vørur, men í størri og størri mun, hvussu skjótt og væl vinnan lagar seg til broyttar umstøður. Hetta krevur vitan, kapital og ikki minst dynamikk [...] sum eina avbjóðing heldur enn eina hóttan og eina forðing. Eg vóni, at samgongan og andstøðan fara at megna at draga eina og somu línu, serliga í stórmálum, og at vit fáa eitt virðiligt samstarv. Við hesum
ár eftir teirra tíð skuldi eitt ríkt og stolt fólk við øllum okkara hentleikum og avrikum búgva á hesum oyggjum? neyvan. Men tað gera vit jú. Og tað er fyrst og fremst okkum sjálvum at takka at vit eru komin [...] eisini júst innan tøknifrøðina, sum soleiðis hevur gjørt tað áhugavert og møguligt at leita eftir olju á djypri og djypri høvum. Og her koma Føroyar inn í myndina. Mett verður, út frá teimum stóru oljukeldunum [...] øktur aktivitetur, og so eru hjólini aftur farin at mala. Vit høvdu, nú aftaná nøkur døpur ár, við minkandi fiskastovnum, sum er okkara álit og dagliga breyð, vaksandi arbeiðsloysi, og stórari fólkaflyting
Men meðan eg svam út eftir hugdi eg upp í himmalin og segði við Harran, at nú stuðlar tú okkum í hesum, og tað gav mær dirvi at halda fram, sigur Høgni og leggur afturat, at frá teimum, sum stóðu á landi [...] tosaði við okkum allan vegin inneftir. ? Hann segði takk fyri, fyrst vit kendu við hann, og hann segði okkum hvussu hann æt, hvussu gamal hann er og hvar hann býr, sigur Høgni, sum er týðuliga bilsin av, hvussu [...] um hjálp alla tíðina, og hann rópti so hjartaskerandi, at eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór út eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð, sigur Høgni og hyggur út í fjørðin.
rávøru og arbeiða undan, sigur Bergur. Tað hevur verið so mikið nógv at gjørt í seinastuni, at tey hava arbeitt døgnið runt á Havsbrún. Í mjøldeildini hava teir arbeitt døgnið runt heilt síðani fyrst í mars [...] mars og á fóðurdeildini síðani fyrst í juni. Í sær sjálvum er hetta ikki nakað nýtt, tí tað hevur ofta verið gjørt áður. Men Bergur letur kortin væl at. ? Vit hava ongantíð havt so nógv at gjørt sum nú [...] fóðurdeildini við at framleiða 19.000 tons av alifóðuri, og í ár - um alt gongur sum væntað - koma vit uppá 22.000 tons. ? Alivinnan í Føroyum er í vøkstri, og hetta hava vit týðiliga merkt. Nú summarið er, verður
ovurstóra privata skuldin hjá frekum og ódugnaligum vinnulívsmonnum við einum gandastavi brádliga varð gjørd almenn. ? Fólk noyddust at rýma frá húsi og heimi, og tey stríðast og koma at strevcast í mong harrans [...] eru tit, sum standa her í dag, sum fingu toyggið fyrst í 90?unum og sum framvegis knúgva undir byrðunum. Og tá vit nú aftur síggja vandamikla útgjaringar- og studningspolitikki stinga sín ljóta skort fram [...] liðið leiðina fram á síni oyðimarkarferð, og úrslitið er, at eingin av teimum grundleggjandi trupulleikunum í føroysku vinnulívi og samfelagsbúskapi eru loystir, og sami politiski hugburður, sum endaði í
ein góð hjálp í kava og minkar um vandan fyri at bilurin glíður í kavanum. Dekkvask skal sproytast á dekkið og síðan skolast av aftur við heitum vatni, ella koyra varliga aftur og fram í kavanum fyri at [...] Eysturoy og Henning Eysturoy sápuvirkið Kemilux. Fyrsta sápan varð blandað í einum lítlum fýrrúmi í Vaktarhúsbrekku í Havn. Í sjeytiárunum tóku Absalon og Henning Eysturoy seg úr fyritøkuni, og Schønning [...] av framleiðsluni fer til útflutnings, og fyritøkan er umboðað í fleiri londum, sum til dømis í Danmark, Noreg, Grønlandi, Íslandi, Skotlandi og Kanada, eins og Kemilux reinsievnir hava verið brúkt eftir
varisliga. ? Vit skulu fyrst og fremst tryggja okkum ímóti einum tapi á heimavølli. Tí fara vit at vera varnir at byrja við, sigur Frank Skytte. Spælskipanin verður ein kombinatión av 4-5-1 og 4-3-3. Ein leikari [...] rað, og tað boðar frá góðsku. Felagið liggur í løtuni á øðrum plássi í landskappingini og hevur fyri stuttum skift venjaran út. Eftir tíggju dystir hevur liðið 22 stig. Sjey sigrar, ein javnleik og tvey [...] tunum vegna knæskaðar, men teir eru nú komnir fyri seg og vera við í kvøld. Bæði mánadagin og týsdagin vandi allur hópurin hjá HB klokkan 13, og fleiri leikarar hava biðið sær frí frá arbeiði til venjingarnar
Keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna hevur lutfalsliga nógv starvsfólk, og tí kunnu vera bæði fyrimunir og vansar í einum kommunalum arbeiðsgevarafelag. Kortini dugir Jógvan við Keldu væl at [...] sigur hann. Men áðrenn hann og hinir borgarstjórarnir í teimum stóru kommununum kring landið taka støðu til málið, so er nógv, sum skal fáast upp á pláss felagnum viðvíkjandi. Fyrst av øllum skal Kommunusamskipanin [...] Kommunusamskipanin hava eina áheitan frá Kommunufelagnum, og tann áheitanin er ikki komin enn. So skal alt málið, sum tað er viðgerast í samskipanini og ikki fyrr enn tað er gjørt, taka kommunurnar støðu til um