Magnus Gunnarsson
At siga, at rein dekk ikki glíða í kava, er møguliga ov nógv avgjørt, men nakað er hóast alt um tað. Nú kavin hevur ligið, er ofta komið fyri, at bilar við góðum vetrardekkum hava ilt við at klára seg í hálkuni. Ein orsøk kann vera, at dekkini eru ov skitin og treingja til vask.
Dekkvask
Nógv ár eru nú liðin síðan Dekkvask hjá Kemilux á fyrsta sinni kom á marknaðin einaferð í sjeytiárunum. Tað er nú einaferð soleiðis, at eitt nýtt reint dekk hevur gott tak í kavanum, men við tað at vegirnir eru skitnir, verður mynstrið í kavadekkinum dálkað av olju og øðrum feittevnum. Hetta hevur við sær, at dekkið missir vegtakið í kavanum, og er ikki nærtil so gott sum tað annars kundu verið. Tá Dekkvask verður sproytað á dekkini, skal tað helst vaskast av aftur við heitum vatni, ella koyra bilin gjøgnum kavan og reinsa tey á tann hátt. Sporini í kavanum verða svørt av olju og aðrari dálking, ið rennur úr dekkunum. Hetta vísir, hvussu skitin dekkini eru. Eftir vaskingina verður bilurin heilt øðrvísi at koyra, og klárar seg nógv betur í kavanum.
Dekkvask á ?Jyllands-Ringen?
Einaferð í áttatiárunum stóð at lesa í Motor, limablaðnum hjá FDM, at teir høvdu roynt Dekkvask hjá Kemilux á teirra koyriteknisku breyt, »Jyllands-Ringinum«, og komu til ta niðurstøðu, at tað var lívshættisligt at brúka. Sannleikin var, at teir høvdu royndarkoyrt dekkini undir skeivum fortreytum, við tað at teir sprændu Dekkvask á dekkini, og fóru síðan á prøvabanan við nógvum vatni. Hetta var sjálvandi ikki tað, Dekkvask var ætlað til, og bleiv skrivingin harðliga átalað úr Føroyum. Eftir at teir hjá FDM vóru betur kunnaðir um, hvat evnið var gjørt til, komu teir seinni við eini umbering.
Vegleiðing frá Kemilux
Á vegleiðingini á Dekkvask dunkunum stendur, at Dekkvask er ein góð hjálp í kava og minkar um vandan fyri at bilurin glíður í kavanum. Dekkvask skal sproytast á dekkið og síðan skolast av aftur við heitum vatni, ella koyra varliga aftur og fram í kavanum fyri at fáa Dekkvaskið av aftur. Viðgerðin kann endurtakast, um tað er neyðugt. Eisini ráða Kemilux til at koyra varliga teir fyrstu 50 til 100 metrarnar, tí bilurin kann glíða, áðrenn dekkini eru heilt rein. Kemilux framleiðir eisini onnur evnir til bilar, so sum H 79 avfeitningsevni, Bilrútavask (sprinklaraveska), Bil Sjampoo, rustloysara o.a.
Stovnað í 1965
Eftir at ein av stovnarunum av Kemilux, Schønning Eysturoy, hevði arbeitt á Tunnuvirkinum í Havn í mong ár, sást fyrst í sekstiárunum, at eftirspurningurin eftir sildatunnum var fallandi. Hetta hevði við sær, at Schønning fór at leita sær eftir øðrum arbeiði, og tá ein donsk fyritøka í bløðunum søkti eftir einum føroyskum umboðssølumanni í Føroyum, bleiv ein umsókn send sambært hesi lýsing.
Tað vísti seg, at danska fyritøkan sendi umsóknina beinleiðis til HG Gip Chemical AB í Svøríki, ið gav Schønning loyvi til at framleiða teirra vaskievnir í Føroyum. Í 1965 stovnaðu Schønning Eysturoy, Guttorm Djurhuus, Absalon Eysturoy og Henning Eysturoy sápuvirkið Kemilux. Fyrsta sápan varð blandað í einum lítlum fýrrúmi í Vaktarhúsbrekku í Havn. Í sjeytiárunum tóku Absalon og Henning Eysturoy seg úr fyritøkuni, og Schønning og konan, Ingibjørg, saman við Guttorm Djurhuus hildu fram við Kemilux. Í 1978 flutti fyritøkan í nýggj hølir á Oyri, og var har í 11 ár, til teir í 1989 fluttu í stóra virkisbygningin í Mykinesgøtu í Havn.
Umboðað í fleiri londum
Næstan helmingurin av framleiðsluni fer til útflutnings, og fyritøkan er umboðað í fleiri londum, sum til dømis í Danmark, Noreg, Grønlandi, Íslandi, Skotlandi og Kanada, eins og Kemilux reinsievnir hava verið brúkt eftir fleiri størri oljudálkingar í Før-oyum og uttanlands. Síðan 1986 hevur Jóhan Eysturoy verið stjóri á Kemilux, ella Kemilux Industri, sum fyritøkan eitur í dag.