Sveinur Tróndarson
- Hóast vit ikki hava viðgjørt málið í Kommunusamskipan Føroya, so er avgjørt nógv skilagott í hasum uppskotinum, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna hevur lutfalsliga nógv starvsfólk, og tí kunnu vera bæði fyrimunir og vansar í einum kommunalum arbeiðsgevarafelag. Kortini dugir Jógvan við Keldu væl at síggja møguleikarnar við einum slíkum felagi.
- Eg eri av tí fatan, at tað er rættast at tað eina felagið hevur samráðingarrættin fyri kommunurnar, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur býráðsformaðurin í Klaksvík áðrenn hann leggur afturat, at áðrenn nøkur avgerð verður tikin frá stóru kommununum, skal málið viðgerast bæði væl og virðiliga í Kommunusamskipan Føroya.
Spurdur um nøkur orsøk er til iva hjá stóru kommununum at fara upp í eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur Jógvan, at tað kann verða ein spurningur um, hvussu felagið er skipað. ? Kommunurnar í samskipanini eru so nógv tær størstu í landinum, og tað eru eisini tær, sum hava flestu starvsfólkini, so tað er nakað, sum vit mugu hava í huganum, tá vit einaferð fara at hyggja at málinum.
Tá tað snýr seg um skipan av felagnum, so er uppskotið um at felagið skal skipast á sama hátt sum Føroya Arbeiðsgevarafelag, ikki so fjart frá býráðsformanninum í Klaksvík. Hann heldur tað vera eina rímuliga skilagóða loysn. ? Eg kundi eisini hugsað mær, at limagjaldið verður roknað sum partur av lønargjaldingunum. Tað er nokkso náttúrligt, sigur hann.
Men áðrenn hann og hinir borgarstjórarnir í teimum stóru kommununum kring landið taka støðu til málið, so er nógv, sum skal fáast upp á pláss felagnum viðvíkjandi. Fyrst av øllum skal Kommunusamskipanin hava eina áheitan frá Kommunufelagnum, og tann áheitanin er ikki komin enn. So skal alt málið, sum tað er viðgerast í samskipanini og ikki fyrr enn tað er gjørt, taka kommunurnar støðu til um tær vera við í nýggja kommunala arbeiðsgevarafelagnum.