Jógvan Sundstein og Marita Petersen sótu í landsstýrinum saman, tá føroyska samfelagið fór ígjøgnum eina svára krepputíð fyrst í nítiárunum.
Marita Petersen var løgmaður, og Jógvan Sundstein var landsstýrismaður við fíggjarmálum. Tað vóru tí ikki minst tey bæði, sum myndaðu føroyskan politik í 1993 og 1994.
? Marita og eg høvdu gott samstarv ? fyrst í landsstýrinum hjá Atla Dam, og síðani, tá hon gjørdist løgmaður. Hetta var ein sera trupul tíð, men vit royndu at gera tað, vit kundu, fyri koma víðari, sigur Jógvan Sundstein.
? Í 1994 segði hon Fólkaflokkin upp í landsstýrinum, og hóast vit undraðust á tað, so broytti tað einki í persónliga samstarvinum millum meg og Maritu.
Lurtaði væl
Jógvan Sundstein heldur, at stóra styrkin hjá Maritu sum politikari var, at hon var líkatil, og hon lurtaði væl eftir sjónarmiðunum hjá øðrum.
? Hon var løtt at arbeiða saman við, og hon stóð seg væl sum løgmaður, hóast tíðirnar vóru óvanliga trupular, sigur Jógvan Sundstein
? Tað kemur sum ein skelkur, at hon er farin so knappliga, og eg havi samkenslu við hennara avvarðandi. Sum skyldfólk, politikari og medmenniskja havi eg alt gott at bera Maritu, sigur Jógvan Sundstein.










