? Fakfeløgini bera ótta fyri, at búskaparpolitikkurin hjá landsstýrinum fer at føra til enn ein húsagang - eina kreppu, sum vanligi løntakarin skal gjalda, samstundis sum løntakarin framvegis knúgvar undir byrðunum frá ógvusliga krakkinum fyrst í 90?unum, segði Brynhild Thomsen, journalistur, sum var ein av røðarunum á Vaglinum fríggjadagin.
Hon segði, at tað var einki minni enn eitt satt brotsverk framt móti fólkinum, tá ovurstóra privata skuldin hjá frekum og ódugnaligum vinnulívsmonnum við einum gandastavi brádliga varð gjørd almenn.
? Fólk noyddust at rýma frá húsi og heimi, og tey stríðast og koma at strevcast í mong harrans ár framyvir fyri at gjalda sethúsaskuldina aftur til bankan, sum longu hevur selt hús teirra aftur til onkran annan fyri fullan prís. Hesin Bankin, sum við millardum av okkara pengum varð bjargaður fyri at sleppa spekulantum og studningsbarónum undan húsagangi, fekk milliónri fyri at selja bús tykkara, samstundis sum tit framvegis gjalda av upp á lánini tl hesi somu hús við rentes rente. Lønmóttakarin skal av við høvrt oyra hann vinnur, tí tað er vinnulívið, sum skal sanerast bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, segði Brynhild Thomsen.
Hon vísti eisini á, at Landsstýrið, sum størsti arbeiðsgevarin í landinum, hevur móti sínum egna starvsfólki víst ein jarnharðan vilja til at skerja útreiðslurnar hjá landskassanum, samstundis sum Landsstýrið hevur góðtikið nógv verkføll fyri á henda hátt at spara nakrar krónur.
? Men tá talan er um aðrar samfelagsbólkar, sum áttu at fingið sína rímiligu og góðu inntøku fra´sínum privatu arbeiðsgevarum, tá er einki óført. Tá ber væl til at oysa 240 milliónir krónur úr landskassanum í beinleiðis og óbeinleiðis studningi.
? Tá tað snýr seg um at sleppa reiðarum, sum í áratíggjur hava spunnið gull á fjarleiðunu ujdan teirra skuld í skipunum, so ber væl til at grýta einar 50-70 milliónir úr landskassanum. Tá á heimaleiðunum hava somuleiðis fingið meiri enn hálvthundrað milliónir á hvørjum ári hesi seinastu fimm árini, segði Brynhild Thomsen.
Hon vísti eisini á, at hetta bert eru einstøk dømi um vantandi samanhangin í búskaparpolitikkinum og um vandamikla studningsmentalitetin hjá politikarum og vinnulívið. Núrverandi samgonga rekur sama útgjaringarpolitikk, sum áður hevur kollrent samfelagið, segði hon.
? Førgru orðini um, at »vit mugu læra av kreppuni« hava ongantíð havt nakað veruligt innihald, segði hon, og segði at tann sjálvrannsakan, sum er ein forteyt fyri, at vit kunnu koma víðari úr kreppuni, varð kvald í einum eiti av eini kanning av 80?unum, har politikarar skulu kanna seg sjálvar og annars lata eyguni aftur fyri tí valdsmisnýtslu og misr.kt av embætum, sum fór fram hetta svarta tíggjuáraskeið.
? Tá talan er um at tak í egnan barm tagna rakstrarrópini um dómarakanningar og rullandi høvd. Ístaðin heldur blinda liðið leiðina fram á síni oyðimarkarferð, og úrslitið er, at eingin av teimum grundleggjandi trupulleikunum í føroysku vinnulívi og samfelagsbúskapi eru loystir, og sami politiski hugburður, sum endaði í eyðmýkjandi húsagangi, livir framvegis.
Brynhild Thomsen segði eisini, at hetta var ikki so lætt at síggja, nú fiskiskapurin hevur veirð so góður, og virksemið vaksandi síðani svørtu árini 92 og 93, men hon helt, at vit ikki áttu at lata okkum lumpa.
Hon segði, at fiskastovnarnir hava ment seg.
? Men teir skulu sjálvandi trýstast niður aftur í botn beinanvegn. Her skal einki drýggjast. Vit hava so nógv skip í flotanum, at vinnan er órentabul, hóast rokfiskiskap og niðurskrivingar av skipum. Alt ov lítið verður í part. Skipini vinna ov lítið, og sjófólkið fær ov lítið. Men hóast hendan álvarsliga veruleika, sær landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tað sum sína høvuðsuppgávu at fáa feliri fiskimenn heimaftur at manna hendan frammanundan alt ov stóra flota. Tiltøk til tess at fáa rentabilitet í vinnuna er ein býru í Russlandi, segði Brynhild Thomsen.
Brynhild Thomsen vísti eisini á, at fiskivinnupolitikkurin er so illa lagdur til rættis, at eingin vón er hjá vinnuni at klára seg. Hon segði, at fiskavirkini á landi klára seg bert við almennum studningi úr Framtaksgrunninum, og Fiskasølan haltar við undirskoti triðja árið á rað og er eisini yvirtikin av Framtaksgrunninum, sum onga nýggja alternativa vinnu hevur skapt, hóast hetta skuldi vera hansara aðalmál.
Hon vísti eisini á, at góði fiskiskapurin og skjóti vøksturin í virkseminum hevur økt munandi um inntøkurnar hjá okkara skuldarniðurbundna landskassa.
- Ótrúligt at hvørt oyra nú skal gjarast út, uttan atlit til, at fiskiskapurin fyrr ella seinni minkar aftgur, og uttan atlit til, at viut nú skulu gjalda milliardirnar aftur til danska statskassan.
? Men vit hava val ár, og tí er einki at vera ovfarin um. Heldur ikki, at samgongan nú letur skattalætta tiul ein einstakan bólk av lønartakarum og tekur hann fram um øll hini. Hetta er jú fyrsta stigið til ta famøsu ætlanina hjá Fólkaflokkinum um at lækka allar lønirnar. Aftur fyri siga teir, at vit fáa skattalætta. Men við ongari stýring av samfelagnum, við ongum vinnulívs- og fiskivinnupolitikki fer samfelagsbúskapurin enn einaferð um koll, og tí er tað at halda fólk fyri gjøldur at ditta sær at tosa um skattalætta. Heldur áttu teir at lært av dáragerðunum í 80?unum og farið at lisið uppá, hvat samfelagsstýring er fyri nakað, segði Brynhild Thomsen.
? Men brandútsølan hjá Anfinni Kallsberg er politiskur glantrileikur upp undir val. Anfinn Kallsberg gjørdi júst tað sama upp undir valið í 1984. Tá vóru tað útróðrarmenn, sum fingu hansara studningsgávu, við tí úrsliti, at íløgurnar í útróðrarbátarnar gjørdist so stórar, at tær ikki kundu bera seg.
? Men tað eru tit, sum standa her í dag, sum fingu toyggið fyrst í 90?unum og sum framvegis knúgva undir byrðunum. Og tá vit nú aftur síggja vandamikla útgjaringar- og studningspolitikki stinga sín ljóta skort fram, sum hevur kostað okkum so dýrt, so mugu vit mótmæla so harðliga, sum vit kunnui. Tí vit vilja frábiðja okkum aftur at verða tveitt úr í eina so eyðmýkjandi kreppu, sum hesin politikkur førdi til, og sum hevur etið seg inn í húðina á okkum øllum sum eitt brennimerki av skomm.