? Ongantíð havt so nógv at gera sum nú

? Bæði á fóður- og mjøldeildini hava vit havt sera nógv at gera. Fóðurdeildin setir helst nýtt met aftur í ár. Høvdu vit havt møguleikar at tikið ímóti og arbeitt meir, høvdu vit eisini gjørt tað, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði

? Tað er harmiligt, men vit eru altso noyddir at siga fleiri skip frá okkum. Hetta tí vit ikki hava møguleika at taka ímóti meir rávøru og arbeiða undan, sigur Bergur.

Tað hevur verið so mikið nógv at gjørt í seinastuni, at tey hava arbeitt døgnið runt á Havsbrún. Í mjøldeildini hava teir arbeitt døgnið runt heilt síðani fyrst í mars og á fóðurdeildini síðani fyrst í juni.

Í sær sjálvum er hetta ikki nakað nýtt, tí tað hevur ofta verið gjørt áður. Men Bergur letur kortin væl at.

? Vit hava ongantíð havt so nógv at gjørt sum nú. Í fjør settu vit met á fóðurdeildini við at framleiða 19.000 tons av alifóðuri, og í ár - um alt gongur sum væntað - koma vit uppá 22.000 tons.

? Alivinnan í Føroyum er í vøkstri, og hetta hava vit týðiliga merkt. Nú summarið er, verður eisini selt meir av alifóðuri.


Lá stilt frá

september til mars

Men sjálvt um tey hava arbeitt við fullari styrki, klárar virkið ikki at taka ímóti allari rávøruni, sum skipini koma við.

? Soleiðis er við pelagiskum fiskiskapi. Vit hava tikið mest móti lodnu í seinastuni, men hon sær út at vera liðug nú. Í síðstuni hava vit eisini fingið nakað av sild.

? Til tíðir er ógvuliga nógv at fáa, og aðrar tíðir er næstan einki at fáa. Hesa ójøvnu gongdina merkja vit týðiliga á virkinum. Frá september í fjør og heilt fram til mars í ár var einki at gera.

Bergur heldur, at tað hevði verið betri fyri teir, um gongdin hevði verið javnari. So var eisini lættari at leggja arbeiðið til rætttis. Hann sigur, at nú, tá ið fiskur er, eru teir noyddir at arbeiða. Tí verður tað eisini arbeitt døgnið runt.


Íløgur uppá 10 til 12 milliónir í trý ár

Havsbrún vil tó gjarna klára at taka móti og arbeiða meira rávøru. Tí hava teir eisini síðani 1996 brúkt millum 10 og 12 milliónir hvørt ár fyri at gera hetta møguligt.

? Vit arbeiða við at menna framleiðslutólini, so virkið gerst meir nýtímans og tað verður effektivisera. Á henda hátt hæðka vit eisini framleiðsluorkuna.

? Nógvar maskinur á virkinum eru gamlar, og tí má nógv útgerð skiftast út. Vit eru noydd at gera hetta fyri at hava ein møguleika fyri at yvirliva. Hetta tekur langa tíð, og tað má gerast í pørtum. Vit vænta tó, at tá hetta árið er úti, eru vit komin væl áleiðis. Vit verða tó ongantíð so effektivir, at vit fara at klára at taka ímóti øllum tí pelagiska fiskinum.

Íløgurnar sum verða gjørdar á Havsbrún, royna teir fyri ein stóran part at fíggja sjálvir


Óstøðugt á Pelagos

Tað nógva arbeiði hevur bæði verið á mjøl- og fóðurdeildini. Nógv fóður verður selt nú um summarið, men truplari er at sleppa av við mjølið.

Á tí triðju deildini hjá Havsbrún, Pelagos, hevur ikki verið sama virksemið sum á hinum deildunum. Síðstu tíðina hava teir fryst gullaks har, men í løtuni er einki virksemi á Pelagos.