um at skipa fyri einari gevararáðstevnu í ethiopiska høvuðsstaðnum Addis Abeba, har málið er at økja hjálpina til tey hungursraktu í Somalia. -Eg vóni, at allur tann afrikanski heimsparturin fer at gera [...] agið um at hjálpa Somalia burtur úr neyðini. Somalia er tað landið, sum er serliga meint rakt av turkinum og hungursneyðini í eystara parti av Afrika. ST-barnahjálparstovnurin Unicef metir, at 1,25 millión [...] gera sítt ítarsta fyri at hjálpa teimum líðandi, sigur Erastus Mwencha, sum er næstformaður í Afrikanska Eindarfelagsskapinum. Hóast áheitanin er ætlað londunum í Afrika, heitir Afrikanski Eindarfelagsskapurin
Kringvarpið hevur tíðindini á sínari heimasíðu. Ósemjan ber í sær, at føroyingar sleppa ikki at fiska í norskum sjógvi, og norðmenn sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi, undantikið kvoturnar av sild og svartkjafti [...] samráðingarumfør um at skipa makrelfiskiskapin fyri 2011, ásetti Jacob Vestergaard, táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, føroysku makrelkvotuna til 150.000 tons. Tað hevur elvt til, at norska stjórnin [...] stjórnin er givin við samráðingunum. - Hetta hevur helst við sær, at møguleikin at fáa fiskivinnuavtalu er fokin. Krøvini frá føroyingum eru bara økt við tíðini, sigur Ann Kristin Westberg við fiskivinnublaðið
illgruna um, at stýrið hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta legði bumbuna, sum brast í høvuðsstaðnum Minsk mánadagin. Sagt verður, at spreingingin skuldi geva myndugleikunum eina orsøk til at berja andstøðuna [...] skuldi fáa fólkið at gloyma tey vánaligu livikorini í landinum. Trygdarráðið hjá ST fordømdi í gjár bumbuspreingingina, men eygleiðarar hefta seg við orðalagið í fordømingini, tí har stendur, at spreingingin [...] yvirgangsatsókn. Teir hvítarussisku myndugleikarnir søgdu beinanvegin, at talan var um yvirgang. Eygleiðararnir vísa eisini á, at Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, brúkti ikki orðið yvirgang, tá hann tosaði
ar var eisini í ferð við at seta seg. Flogleiðslan sigur, at umleið 4,8 kilometrar vóru ímillum tey bæði flogførini, hóast teinurin sambært reglunum eigur at vera minst átta kilometrar. Flogfarið, sum [...] Michelle Obama var í, noyddist at taka seg uppaftur, tá tað skuldi seta seg á Andrews Air Force Base uttan fyri Washington. Tilburðurin var mánadagin. Orsøkin var, at eitt hernaðarligt flutningsflogfar [...] var framman fyri hitt flogfarið ig fekk boð um at taka seg uppaftur. Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir kanna nú málið. Myndugleikarnir leggja dent á, at Michelle Obama og hini í Boeing 737-flogfarinum
teir stóru flokkarnar, at tað ber als ikki til at siga, hvør fer at leiða ta næstu stjórnina. Í núverandi samgonguni er Miðflokkurin, Savningarflokkurin, Tey grønu og Svenski fólkaflokkurin. [...] dag. Eru meiningakanningarnar álítandi, fara teir stóru flokkarnir at fáa næstan líka nógvar atkvøður. Men kanningarnar vísa eisini, at nógvir finskir veljarar snara til høgru hesaferð. Tann liberalkonservativi [...] Harafturat vísa kanningarnar, at høgraflokkurin Sannir Finnar fær fýra ferðir so stóra undirtøku sum á valinum í 2007 og verður næstan líka stórur sum hinir. Eygleiðarar siga, at tað er so javnt millum teir
flogskipara í dag endaði við, at afghanin skjeyt teir amerikonsku hermenninar. Tað sigur sjónvarpið al-Jazeera, sum eisini veit at siga frá keldum í verjumálaráðnum í Kabul, at allir amerikanararnir og afghanski [...] flogskipari í 20 ár, og vit eru í ferð við at kanna, hvat veruliga hendi, sigur ein talsmaður fyri afghanska verjumálaráðið. Ein talsmaður fyri NATO sigur, at ein skottilburður hevur verið beint við floghavnina [...] hevur átikið sær ábyrgdina av tilburðinum, men myndugleikarnir duga ikki at siga, um rørslan veruliga hevði nakað við tilburðin at gera.
tilboði um samráðingar um vápnahvíld. Hann segði samstundis, at hann fer ikki úr Libya, og at hann fer at halda fram við at verja landið. [...] fjølmiðlarnar. Hann leggur afturat, at so seint sum fyrrapartin í dag doyðu fleiri fólk, teirra millum nøkur børn, tá hermenn hjá Gaddafi lupu á býin Misrata. Tað var í morgun, at Gaddafi kom við sínum tilboði [...] tilboði frá libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, um samráðingar um vápnahvíld. -ST-samtyktin krevur, at libysku myndugleikarnir skulu steðga áganginum ímóti sivilfólkinum. Stýrið í Tripoli hevur fleiri ferðir
býnum Deraa siga sambært Reuters, at 15 lík komu á sjúkrahúsið seinnapartin, og at øll vóru gjøgnumgatað av kúlum. Sagt verður, at tey 15 vóru úr bygdum nærhendis Deraa, og at tey vóru á veg inn í býin, tá [...] trygdarmenn skutu tey. Læknarnir siga eisini, at 38 særd fólk komu á sjúkrahúsið í dag. Tíðindastovurnar skriva, at í dag vóru eisini mótmælisgongur í Damaskus, og at talan er um tær størstu mótmælisgongurnar
høvuðsstaðin Damaskus og býin Deraa at steðga mótmælunum ímóti stýrinum. Keldur siga fyri altjóða tíðindastovunum, at hermenninir hava skotið eftir sivilfólki, og at fleiri lík liggja í gøtunum. Eitt eygnavitni [...] í Deraa greiðir frá, at hann sá hermenninar skjóta eftir einum bili. Fimm fólk vóru í bilinum, og øll doyðu, sigur hann. Keldur í Douma, sum er beint uttan fyri Damaskus, siga, at har eru nógvir hermenn [...] hermenn í gøtunum. Keldurnar siga, at hermenninir hava latið fleiri skot av. Bashar al-Assad, forseti, hevur lovað at seta tær 45 ára gomlu undantakslógirnar úr gildi, men tað hevur ikki sissað fólk.
tí er, at eitt fráboðað verkbann kemur í gildi í morgin. Mads B. Christensen, sum er í samráðingarnevndini hjá Royal Greenland, sigur við blaðið Sermitsiaq, at semingsmaðurin hevur boðað frá, at hann fær [...] fær ikki gjørt meiri fyri at loysa trætuna, og tí eru samráðingarnar slitnaðar endaliga. Air Greenland hevur kravt, at flogskipararnir skulu arbeiða seks dagar meiri um árið fyri somu løn, sum teir fáa [...] er arbeiða flogskipararnir hjá felagnum 192 dagar um árið, men felagið vil hava teir at arbeiða 198 dagar, uttan at lønin verður broytt.