Skjeyt seks amerikanskar hermenn

Orðadráttur millum seks amerikanskar hermenn og ein afghanskan flogskipara í dag endaði við, at afghanin skjeyt teir amerikonsku hermenninar. Tað sigur sjónvarpið al-Jazeera, sum eisini veit at siga frá keldum í verjumálaráðnum í Kabul, at allir amerikanararnir og afghanski flogskiparin doyðu.

-Maðurin hevur verið flogskipari í 20 ár, og vit eru í ferð við at kanna, hvat veruliga hendi, sigur ein talsmaður fyri afghanska verjumálaráðið. Ein talsmaður fyri NATO sigur, at ein skottilburður hevur verið beint við floghavnina í Kabul, men meiri vil hann ikki siga.

Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av tilburðinum, men myndugleikarnir duga ikki at siga, um rørslan veruliga hevði nakað við tilburðin at gera.