Aftur í dag vóru stórar mótmælisgongur í Sýrialandi, og aftur í dag settu myndugleikarnir hart ímóti hørðum. Læknar á sjúkrahúsinum í býnum Deraa siga sambært Reuters, at 15 lík komu á sjúkrahúsið seinnapartin, og at øll vóru gjøgnumgatað av kúlum. Sagt verður, at tey 15 vóru úr bygdum nærhendis Deraa, og at tey vóru á veg inn í býin, tá trygdarmenn skutu tey.
Læknarnir siga eisini, at 38 særd fólk komu á sjúkrahúsið í dag.
Tíðindastovurnar skriva, at í dag vóru eisini mótmælisgongur í Damaskus, og at talan er um tær størstu mótmælisgongurnar, sum hava verið í høvuðsstaðnum, síðani mótmælini ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaðu.