Verkbann í grønlendsku flogferðsluni

Seinnapartin slitnaðu sáttmálasamráðingarnar millum grønlendska flogfelagið Air Greenland og flogskipararnar, og avleiðingin av tí er, at eitt fráboðað verkbann kemur í gildi í morgin.

Mads B. Christensen, sum er í samráðingarnevndini hjá Royal Greenland, sigur við blaðið Sermitsiaq, at semingsmaðurin hevur boðað frá, at hann fær ikki gjørt meiri fyri at loysa trætuna, og tí eru samráðingarnar slitnaðar endaliga.

Air Greenland hevur kravt, at flogskipararnir skulu arbeiða seks dagar meiri um árið fyri somu løn, sum teir fáa nú, men tað vilja teir ikki.

Sum er arbeiða flogskipararnir hjá felagnum 192 dagar um árið, men felagið vil hava teir at arbeiða 198 dagar, uttan at lønin verður broytt.