Flogfør ov tøtt undir lending

Eitt flogfar, sum amerikanska forsetafrúan Michelle Obama var í, noyddist at taka seg uppaftur, tá tað skuldi seta seg á Andrews Air Force Base uttan fyri Washington. Tilburðurin var mánadagin. Orsøkin var, at eitt hernaðarligt flutningsflogfar var eisini í ferð við at seta seg.

Flogleiðslan sigur, at umleið 4,8 kilometrar vóru ímillum tey bæði flogførini, hóast teinurin sambært reglunum eigur at vera minst átta kilometrar. Flogfarið, sum Michelle Obama var í, var framman fyri hitt flogfarið ig fekk boð um at taka seg uppaftur.

Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir kanna nú málið. Myndugleikarnir leggja dent á, at Michelle Obama og hini í Boeing 737-flogfarinum vóru ongantíð í vanda, sigur CNN.