Myndugleikarnir í Sýrialandi hava sent fleiri túsund alvápnaðar hermenn og stríðsvognar til høvuðsstaðin Damaskus og býin Deraa at steðga mótmælunum ímóti stýrinum. Keldur siga fyri altjóða tíðindastovunum, at hermenninir hava skotið eftir sivilfólki, og at fleiri lík liggja í gøtunum. Eitt eygnavitni í Deraa greiðir frá, at hann sá hermenninar skjóta eftir einum bili. Fimm fólk vóru í bilinum, og øll doyðu, sigur hann.
Keldur í Douma, sum er beint uttan fyri Damaskus, siga, at har eru nógvir hermenn í gøtunum. Keldurnar siga, at hermenninir hava latið fleiri skot av.
Bashar al-Assad, forseti, hevur lovað at seta tær 45 ára gomlu undantakslógirnar úr gildi, men tað hevur ikki sissað fólk.