Fiskivinnuavtala: Samráðingarleiðarin mist vónina

Niðurstøðan hjá norska samráðingarleiðaranum er greið. Samráðingarnar um fiskivinnuavtalu við Føroyar eru bara versnaðar. Eftir fleiri úrslitaleys samráðingarumfør um at skipa makrelfiskiskapin fyri 2011, ásetti Jacob Vestergaard, táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, føroysku makrelkvotuna til 150.000 tons. Tað hevur elvt til, at norska stjórnin er givin við samráðingunum.

- Hetta hevur helst við sær, at møguleikin at fáa fiskivinnuavtalu er fokin. Krøvini frá føroyingum eru bara økt við tíðini, sigur Ann Kristin Westberg við fiskivinnublaðið FiskeribladetFiskaren. Kringvarpið hevur tíðindini á sínari heimasíðu.

Ósemjan ber í sær, at føroyingar sleppa ikki at fiska í norskum sjógvi, og norðmenn sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi, undantikið kvoturnar av sild og svartkjafti.