Afrika savnar til hungursrakt

Tann 9. august fara londini í Afrikanska Eindarfelagsskapinum at skipa fyri einari gevararáðstevnu í ethiopiska høvuðsstaðnum Addis Abeba, har málið er at økja hjálpina til tey hungursraktu í Somalia.

-Eg vóni, at allur tann afrikanski heimsparturin fer at gera sítt ítarsta fyri at hjálpa teimum líðandi, sigur Erastus Mwencha, sum er næstformaður í Afrikanska Eindarfelagsskapinum. Hóast áheitanin er ætlað londunum í Afrika, heitir Afrikanski Eindarfelagsskapurin á alt heimssamfelagið um at hjálpa Somalia burtur úr neyðini.

Somalia er tað landið, sum er serliga meint rakt av turkinum og hungursneyðini í eystara parti av Afrika. ST-barnahjálparstovnurin Unicef metir, at 1,25 millión fólk í Somalia hava tørv á hjálp beinanvegin.