NATO gav Gaddafi krakk

NATO havnaði í dag einum tilboði frá libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, um samráðingar um vápnahvíld.

-ST-samtyktin krevur, at libysku myndugleikarnir skulu steðga áganginum ímóti sivilfólkinum. Stýrið í Tripoli hevur fleiri ferðir lýst vápnahvíld, men hevur kortini hildið fram við álopunum, sigur ein ónevndur embætismaður hjá NATO við fjølmiðlarnar.

Hann leggur afturat, at so seint sum fyrrapartin í dag doyðu fleiri fólk, teirra millum nøkur børn, tá hermenn hjá Gaddafi lupu á býin Misrata.

Tað var í morgun, at Gaddafi kom við sínum tilboði um samráðingar um vápnahvíld. Hann segði samstundis, at hann fer ikki úr Libya, og at hann fer at halda fram við at verja landið.