bendir á, at Jóhs. Martin Olsen skal vera nýggur formaður i Sambandsflokkinum, og at Trygvi Guttesen, sum var skrivari í flokkinum í nógv ár, skal veljast til næstformann, at samskipa arbeiðið við at fáa s [...] skipast eftir seinasta val. Var ikki skikkaður at leiða eina samgongu Longu tá fekk Sambandsflokkurin varhugan av, at Edmund Joensen ikki var skikkaður at leiða eina samgongu. Tá samráðingarnar um nýtt [...] leiðini. Hansara viðmæli vóru, at hann hevði verið virkin vinnulívsmaður og hevði verið førur fyri at leiða síni virkir við sera hepnari hond. Úrslitið í Tinganesi hevur víst, at Edmund Joensen ikki royndist
kom at práta við okkum. Tað vísti seg, at hann umboðaði The Deeside Press. Hann fekk at vita hvaðani vit vóru, og tað vísit seg at lættna eitt sindur. Spurdi hann hvat vart áfatt og hann segði at ta var [...] var tí, at ein hollendskur ferðamaður hevði koyrt á ein ungan drong, og at hann mistonkti okkum at verða blaðmenn úr stórbýnum. Hann var umskiltur, tí hann hevði ikki hoyrt okkum tosað. Men ístaðin fyri [...] fyri at fáa eina heldur keðiliga søgu burtur úr øllum hesum, so fekk hann nakað at vita um okkum og um nýggju farleiðina úr Føroyum til Glasgow og Aberdeen. Hann fekk eina mynd av nøkrum okkara, og tað fór
blaðstjórar á studentablaðnum Fjølni. Men vit fara eisini at heita á onnur, um at skriva. Vit fara at royna at sameina ung lesandi, sum hava hug og royndir í at skriva, og tey meiri royndu heima í Føroyum, sum [...] Málsliga fer ritið eisini at minna nógv um Brá, men tað verður kanska eitt sindur lættari at lesa. Ætlanin er, at tilfarið í ritinum skal fara í djýpdina, men tó heldur ikki soleiðis, at tað bara verður fyri [...] eitthvørt út og annars eru von við at skriva. Tey ungu eru ein týdningarmikil partur í útgávuni. Hesi skulu hava ein møguleika at skriva í Braga, men tað merkir kortini ikki, at ein og hvør sleppur framat. Ritið
segði hann seg ikki ivast í, at føroyingar eru mentir at greiða síni egnu viðurskifti. At enda rósti Jógvan Krosslá vágbingum, fyri teirra áræði í kreppuárunum. ? Eg fari at takka tykkum, ið hava tikið [...] krígsárunum, tá Merkið av álvara vann sær hevd. Í sambandi við, at bretska hervaldið í Føroyum gjørdi føroyingum greitt, at teir fóru at verða tiknir, um siglt varð við Dannebrog, tí nasistarnir høvdu [...] bretskt herskip teimum, og gav teimum boð at sigla í lívd undir landi. ? Undir Mullhead vórðu tríggir mans settir umborð. Hesir søgdu, at skipið ikki fekk loyvi at sigla við Dannebrog, og spurdu í sama viðfangi
føroysk feløg, ið hava møguleika at luttaka á fundum niðri, men mugu gjalda sjálvi. Á umboðráðsfundinum samdust feløgini um at gera yvirlýsingina, fyri at minna á, at tey liva eisini í dag. Í yvirlýsingini [...] beint fyri val, at tosað verður um tað, sigur Doris Hansen. Eftirbátur Í yvirlýsingini hjá MBF, har 19 feløg eru við, verður eisini nevnt, at "enn restar nógv í, til vit kunnu siga, at vit eru komin uppá [...] annað sagt, at " nú broytingar møguliga skulu gerast í stjórnarskipanarligu viðurskiftunum, óttast limir okkara fyri, hvussu hetta fer at ávirka liviumstøður teirra". Dentur verður lagdur á, at feløgini taka
ov long tíð til eisini andstøðan er tilreiðar at vera við í orðaskiftinum. Tí er tað eisini av ógvuliga stórum týdningi, at fjølmiðlarnir seta fólk av at viðgera hetta málið, so tað kann lýsast so væl [...] blað. Er tað t.d. torført at broyta grundlógina og fáa nøkur føroysk ynski í grundlógina, um politiskur meiriluti er fyri tí? TAÐ fyrsta av hesi vikuni fer helst at ganga við at leggja fram upplýsingar úr [...] Hvítubók, men eftir at Hvítabók er løgd fyri almenningin í morgin, kann ikki long tíð ganga, fyrr enn føroyski almenningurin fer at spyrja, hvat politisku flokkarnir halda. FÓLK fara ikki bara at spyrja, hvørjum
n í Sosialinum er so skammleyst frekur, at illgita andstøðuna fyri at hava likið Hvítubók til pressuna ! Og tað skal eitast at vera við tí endamáli "at royna at flyta fokus frá fullveldinum"?! Kanska er [...] hendi, at longu 1 til 2 vikur áðrenn 1. sept. varð tjóvstartað við ávísum úrvaldum fólkum og stovnum. Ikki nóg mikið við at allir landsstýrismenn og nakrir fáir løgtingsmenn fingu hesa góðu bók at sjá. Men [...] ikki so býttur, at man ikki sær, hvør hevur størsta fyrimunin av at lata pressuna hava Hvítubók eina heila viku, meðan hon enn er loyndarmál fyri tingmenn og fólkið her í landinum, at bera allar tær røttu
ein greið linja at hóma: tey ið eru ringast fyri skulu gjalda enn einaferð. Tað tykist sum landsstýrið hevur start seg blint uppá at gera íløgur, har vit ikki hava tær fyri neyðini og at spara, har tað [...] nakað upp fyri hesum trupulleikum, men táið landið bert hugsar um at spara við at senda svartaper víðari til kommununar, so er ongin glotti at hóma. Støðan í Klaksvík Í Klaksvík er ansingartørvurin nógv størri [...] tænastuna nógv bíligari enn hon er við verandi skipan. Eg havi onki ímóti, at kommunan sjálv sleppur at umsita hetta mál. Treytin er, at landið setur minstakrøv fyri góðkenning av barnaansingarstovnum, tí annars
Múrinum. Bjørn skrivar, at verkætlanin hjá festaranum lýkur ?allar tekninskar og fornfrøðiligar fortreytir fyri umvæling av einum slíkum bygningi?, og at av tí at eingin ger nakað fyri at steðga niðurbrótingini [...] uppfatan ..., skrivar Arne Thorsteinsson, sum ætlar sær at halda fram við at kalla eina toft fyri eina toft. Bjørn á Heygum sigur seg væl vita, at Múruruin ikki er nevndur í festibrævinum hjá bóndanum í [...] hurðar. Hetta skriv fekk Fornminnissanið eisini til ummælis, og svaraði m.a., at Páll Patursson neyvan kann roknast fyri at vera eigari av Múrinum, men heldur landið, sum eigur landsjørðina og tað, sum
hava á pappírinum framvegis møguleikan at vinna FM heitið, sum teir hava longst eftir síðani 1996, og tað hevur verið mett, at uppgávan fór at ver stór hjá B36 at fáa bilbukt við í Sarpisgerði. Tað verður [...] støðutalvuni, so er einki at ivast í, at mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið er tann í Gøtu, har B36, sum er næsti kappingarneytin hjá oddafiskunum úr Klaksvík, skal stríðast fyri at fáa øll stigini suður [...] Sivic og hansara monnum, men tað er nógv, sum bendir á, at GÍ liðið ikki fer at vera so væl mannað, sum gøtumenn sjálvir fegnir høvdu viljað, at tað var. Fimm til venjing Pauli Jarnskor var leikbannaður