Á opinberingardegnum 1. sept.

-

Seinastu mánaðir og vikur hava mint ikki sørt um tær støðugt ljódligari og spenningsøkjandi trummutrillurnar uppundir eitt stórt sirkusnummar: Við støðugt veksandi intensiteti hevur 1. september 1999 fingið eina glæmu sum Opinberingardagurin Mikli: Tá kemur Hvítabók ! Tá verður alt upplýst, sum hevur ligið í toku ella í trongskygdum ósemjum!

Forsíðan á leygardags Sosialinum við fullveldislandsstýrismanninum var heilt í hesum messianska andanum! Har manglaði bara tann skínandi glorian yvir meistarans høvur.

At vera leikstjóri aftan fyri hesa framførslu krevst meir enn bert akademiska prógvið í fjølmiðlafrøði hjá landsstýrismanninum í fullveldismálum. Tað krevst eisini eitt meistaraligt fjølmiðlakynstur, sum hann longu sýndu í síni sjónvarpstíð hinumegin upptøkutólið. Jú, 1. september var gjørdur til ein magiskan dato.

Men tað løgna hendi, at longu 1 til 2 vikur áðrenn 1. sept. varð tjóvstartað við ávísum úrvaldum fólkum og stovnum. Ikki nóg mikið við at allir landsstýrismenn og nakrir fáir løgtingsmenn fingu hesa góðu bók at sjá. Men sanniliga eisini fjølmiðlarnir her á landi og aðrastaðni við, sum longu frá fríggjadegnum 27. august kundi greiða fólkinum her og í útheimi frá øllum tí teimum lysti úr Hvítubók. Og tað hildu fjølmiðlarnir á við leygardag, sunnudag, mánadag...

Hóast Hvítabók á hesum so at siga svarta marknaðinum var blivin "frítt umsetilig", og bleiv siterað og kommenterað í suðri og norði, so var tað ein løgin kensla sum løgtingsmaður, sum ein av hinum 24, ikki at kunna fáa hendur á hesa góðu bók.... ikki fyrr seinnapartin í dag, mánadagin tann 30. august, nú hon liggur í postinum við heilsan frá landsstýrismanninum.

Tá hugsað verður um øll lyfti landsstýrismansins, um hvussu ótrúliga væl løgtingið skuldi kunnast um alla gongdina og úrslitið, tá tað kom til sína tíð, var eg rættiliga argur inn á hesa framferðina, ja uppaftur meira tá landsstýrismaðurin í Sosialinum er so skammleyst frekur, at illgita andstøðuna fyri at hava likið Hvítubók til pressuna ! Og tað skal eitast at vera við tí endamáli "at royna at flyta fokus frá fullveldinum"?!

Kanska er man naivur, men ikki so býttur, at man ikki sær, hvør hevur størsta fyrimunin av at lata pressuna hava Hvítubók eina heila viku, meðan hon enn er loyndarmál fyri tingmenn og fólkið her í landinum, at bera allar tær røttu niðurstøðurnar út til fólkið - í summum førum við meistarans hjálpandi hond, t.d. sum í greinini í leygardags Sosialinum.

Í hvussu er má sigast, at munur er á klossutu og provokerandi framferð landsstýrisins við kunngerðini av Hvítubók, og professionellu framferðini, tá frágreiðingin frá bankakanningini, tann sonevnda Grønborg-rapportin, var kunngjørd 5. jan. í fjør: sama dag og somu tíð høvdu øll atgongd til hesa frágreiðing, tó so at landsstýrið og danska stjórnin fingu ein lítlan fyrimun: tey fingu hana 3 tímar (!) frammanundan fyri ikki at standa púra á berum, tá tíð-

indafólkini herjaðu á.

Men tað verður nú áhugavert kortini komandi vikurnar at fara at seta seg inn í allar teir spurningarnar, sum verða reistir, viðgjørdir og kanska svaraðir í teim 800 síðunum í Hvítabók við tilhoyrandi frágreiðingum.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarløgtingsmaður