Tá festarin í Kirkjubø í apríl mánaði søkti landsstýrismannin í mentanarmálum um loyvi at umvæla Kirkjubømúrin vísti hann til lógina frá 1948 um friðing av fornminnum og bygningum, vísti hann til grein 6 í lógini, sum er um friðaðar bygningar.
Bjørn á Heygum, sakførari hjá festaranum, og sum annars er skrivari í Føroya Fornminnagrunni vendi sær í heyst til landsstýrið og greiddi frá ætlanini hjá Páll Patursson, bónda í Kirkjubø, viðvíkjandi Múrinum.
Bjørn skrivar, at verkætlanin hjá festaranum lýkur ?allar tekninskar og fornfrøðiligar fortreytir fyri umvæling av einum slíkum bygningi?, og at av tí at eingin ger nakað fyri at steðga niðurbrótingini ?kennur eigarin tað sum sína ábyrgd at taka málið í egnar hendur..? ?...viðlíkahaldsskyldan má áliggja honum sjálvt um formligu viðurskiftini viðv. friðing av eini og hvørji osøk enn ikki eru komin í rættlag?.
Bjørn grundgevur her fyri, hví teir ikki halda Múrin vera eitt jarðfast fornminni men ein bygning. Múrurin er eingin toft (ruin), men ein fullfíggjaður og nærum heilur bygningur, sum bert manglar tak, vindeygu og hurðar.
Hetta skriv fekk Fornminnissanið eisini til ummælis, og svaraði m.a., at Páll Patursson neyvan kann roknast fyri at vera eigari av Múrinum, men heldur landið, sum eigur landsjørðina og tað, sum á henni stendur.
- Nýtulkingarnar í skrivinum av hugtøkunum ?bygningur? og ?ruin? og av viðlíkahaldskravinum til bygningar eru ikki í samsvar við vanliga antikvariska uppfatan ..., skrivar Arne Thorsteinsson, sum ætlar sær at halda fram við at kalla eina toft fyri eina toft.
Bjørn á Heygum sigur seg væl vita, at Múruruin ikki er nevndur í festibrævinum hjá bóndanum í Kirkjubø, men Múruruin stendur á hansara øki, og tí heldur festarin seg hava viðlíkahaldsskyldu.
Hann kallar tað eina totala misskiljing, tá skrivað hevur verið, at Sámal Petur í Grund ivast í, um Múrurin er eitt fornminni.
- Sjálvandi er Múruriin eitt fornminni, men spurningurin er, um hann er eitt jarðfast fornminni sambært lógini.
Sjálvur ivast Bjørn á Heygum onga løtu í, at Múrurin er ein bygningur og ikki ein toft. Hann heldur seg eisini hava prógvið, tí hann hevur spurt Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum um týdningin av orðinum toft (ruin).
Hví Múrurin ikki er friðaður, er hann ein bygningur, veit Bjørn ikki.
- Ein toft er ein rapað húsagrund, leivdir av húsum ella bygningi. Tað er tað, sum ikki hýkur uppi og næstan er javnt við jørðina. Múrurin kann aldrin roknast fyri at vera ein toft, sigur Bjørn á Heygum.
Hann kenir sjálvandi sjónarmiðini hjá fornfrøðingunum, sum halda fast við, at Múruruin er eitt jarðfast fornminni og ikki ein bygningur.
Bjørn heldur ikki, at stríðið er tapt, um fornminnisnevndin sigur Múrin vera eina toft, og landsstýrismaðurin fer at lurta eftir tí sjónarmiðnum.
- Tað nýtist ikki vera endaliga orðið í málinum, tí ein umsitingarlig avgerð er ongantíð endalig. Tað ber altíð til at fara í rættin at royna málið, og tað kundi verið áhugavert, sigur Bjørn á Heygum.