Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur stevnt bretska miðlinum BBC.
Tað vísa rættarskjøl, skrivar tíðindastovan Reuters týskvøldið danska tíð.
Trump ákærir BBC fyri ærumeiðing í rættarmálinum. Hetta er grundað á ein dokumentarfilm, har miðilin hevur klipt eina røðu, sum Trump helt í 2021.
Málið snýr seg um sjónvarpsdokumentarin "Trump: Another Chance?", sum varð vístur á BBC í valstríðnum til amerikanska forsetavalið í 2024.
Har sæst Trump halda eina røðu fyri sínum stuðlum beint áðrenn álopið á kongressina, sum var 6. januar 2021.
Setningarnir eru kliptir saman á ein hátt, sum ger, at tað sær út til, at hann beinleiðis eggjaði sínum viðhaldsfólkum til at gera ófrið.
Sambært Reuters heitir Trump til dømis í einum klippi á sínar viðhaldsfólk um at "stríðast sum helviti", meðan tað ikki verður sagt, at hann tosaði um eitt friðarligt mótmæli.
Trump krevur fimm milliardir dollarar - umleið 32 milliardir krónur - í skaðabót fyri hvørja av tveimum ákærum. Ein ákæra er fyri ærumeiðing, meðan hin er ein ákæra um, at BBC hevur brotið statslógina í Florida um svikandi og órættvísan handilssiðvenju (FDUTPA).
Hon bannar fyritøkum at nýta svikalig ella órættvísan handilshátt.
Advokatarnir hjá Trump hava sagt, at BBC hevur valdað honum tað, sum teir kalla ovurstóran fíggjarligan og umdømisskaða við dokumentarfilminum.
"Trump: Ein møguleika afturat?" hevur ikki verið víst í USA.
Sambært Reuters kann orsøkin til, at Trump hóast alt hevur stevnt í USA, vera, at ærumeiðingarmál í Bretlandi skulu leggjast fram innan eitt ár eftir at tey eru almannakunngjørd - sum í málinum hjá Trump er ov seint.
Fyri at vinna á lógarverjunum í amerikansku grundlógini fyri talufrælsi og fjølmiðlafrælsi, skal Trump ikki bara prógva, at klippið var villleiðandi og ærumeiðandi, men eisini at BBC tilvitað villleiddi hyggjarar ella handlaði fyrilitarleyst.
Tað var í grein frá blaðnum Daily Telegraph, at tað kom fram, hvussu røðan varð redigerað. Greinin vísti til eina innanhýsis frágreiðing frá BBC.
Hon innihelt eisini atfinningar av øðrum pørtum av tíðindaframleiðsluni hjá BBC og førdi til, at bæði aðalstjórin Tim Davie og tíðindaleiðarin Deborah Turness løgdu frá sær.
Seint mánakvøldið danska tíð segði Trump, at hann skjótt fer at stevna BBC - og at tað fór at henda annaðhvørt mánadagin ella týsdagin.
Tað er lítið yvir ein mánaður síðani, at Trump fyrstu ferð segði, at hann ætlaði at stevna fjølmiðlunum fyri millum eina og fimm milliardir krónur.
BBC segði týsdagin, at miðilin fer at verja seg móti ærumeiðingarmálinum upp á stívliga 32 milliardir krónur. Tað er ikki greitt, hvussu miðilin fer at svara seinnu ákæruni.
– Sum vit áður hava gjørt greitt: Vit fara at verja hetta málið. Vit fara ikki at gera fleiri viðmerkingar til verandi rættarmálið, sigur ein talsmaður hjá BBC.
Formaðurin í nevndini í public service miðilin BBC, Samir Shah, hevur áður skrivað í einum telduposti til starvsfólkini, at miðilin er avgjørdur at berjast ímóti øllum rættarmálum, sum kunnu koma frá Donald Trump.
BBC hevur eisini áður upplýst, at Samir Shah hevur sent eitt bræv til Trump, har hann hevur biðið um umbering fyri klippið. Men miðilin hevur eisini hildið fast um, at hann heldur ikki, at grundarlag er fyri at stevna.
/Ritzau/










