Barnaansing - kommunumál burturav?

Nú um dagarnar hevur Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum lagt fram uppskot á ting um at broyta býtið av gjaldinum til barnaansing. Ístaðin fyri at gjalda 30% skulu kommunurnar nú gjalda 35% og ístaðin fyri at gjalda 40% skal landið nú gjalda 35%. Foreldragjaldið er óbroytt

.

So tilvildarliga ið fíggjarlógin enn er sett upp, við luksusíløgum á summum økjum og sparingum á øðrum økjum, er tó ein greið linja at hóma: tey ið eru ringast fyri skulu gjalda enn einaferð. Tað tykist sum landsstýrið hevur start seg blint uppá at gera íløgur, har vit ikki hava tær fyri neyðini og at spara, har tað rakar meinast, ístaðin fyri at prioritera og leggja ein politikk, ið peikar frameftir.

Barnaansing er ein stórur trupulleiki í nógvum kommunum, ikki bert í Tórshavn. Ístaðin fyri íløgur í t.d. Tórsvøll kundi ein pulja verið sett av, ið eggjaði kommununum at loysa barnansingartrupulleikan. Ein kommuna, ið økti um ansingarplássini, kundi t.d. fingið 5% eyka frá landinum fyri tey nýggju plássini, ikki sum ein varandi loysn, men í eitt ávíst áramál.

Hetta kann ljóða ørt í hesum tíðum, men í mínum oyrum ljóðar hetta ikki ørari enn tey uppskot um tunnlar, fótbóltsvøll, flogvøll o.a., ið fýkur runt um oyruni á okkum í hesum døgum. Tað sama kundi verið gjørt innan eldrarøktina. Hetta kundi kanska loyst nakað upp fyri hesum trupulleikum, men táið landið bert hugsar um at spara við at senda svartaper víðari til kommununar, so er ongin glotti at hóma.


Støðan í Klaksvík

Í Klaksvík er ansingartørvurin nógv størri enn vit í dag kunnu røkta. Tað eru yvir 100 børn á bíðilista til dagrøkt/barnagarð eins og ein akuttur tørvur er á frítíðarskúla. Verður uppskotið hjá Kristiani Magnussen samtykt, so gevur hetta Klaksvíkar kommunu eina eykaútreiðslu á 400.000 krónir. Hesar 400.000 kr. vildu við vanliga býtinum millum land og kommunu givið møguleika fyri umleið 20 ansingarplássum aftrat. Ístaðin vil landsstýrið geva okkum eina eykarokning og harvið gera tað enn torførari at fáa loyst ansingartrupulleikan.


Jógvan K. Mørkøre

og uppskotið

Í útvarpinum sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, at kommunurnar kunnu yvirtaka barnaansingina, tí tær kunnu gera hesa tænastuna nógv bíligari enn hon er við verandi skipan. Eg havi onki ímóti, at kommunan sjálv sleppur at umsita hetta mál. Treytin er, at landið setur minstakrøv fyri góðkenning av barnaansingarstovnum, tí annars fá vit discountloysnir, ið eru ymiskar frá kommunu til kommunu.

Tað er ongin trygd fyri á hvørjum støði vit bjóða fram barnaansing, um kommunurnar sjálvar kunnu góðkenna hetta virksemi. Eitt av okkara aðalmálum í Javnaðarflokkinum er, at tilboðini runt um landið skulu vera á sama støði. Annars fáa vit A og B kommunur, har A kommunurnar hava skipaði viðurskifti og B kommunurnar bjóða borgarum tænastur á tilvildarligum støði. Hóast hesi minstukrøv, ivist eg ikki í, at kommunurnar kunnu reka barnaansingina bíligari enn við verandi skipan. Jógvan K. Mørkøre sigur eisini, at børn hjá arbeiðsleysum kunnu vera heima, hetta er púra burturvið, tí skulu børn hjá arbeiðsleysum revsast eyka tí at teirra foreldur onki arbeiði hava so eru vit komin langt út sum samfelag.

Samanumtikið, so átti landsstýrið at eggja kommununum at loyst henda spurning, sett nøkur minstukrøv upp og latið kommunurnar umsitið ansingina sjálvi.


Eyðgunn Samuelsen,

býráðslimur