Nýtt føroyskt mentunartíðarrit út

Um ein mánað kemur fyrsta eintakið av mentunartíðarritinum, Bragi út.

- Tað verður ein stór avbjóðing at skapa eitt hægri støði, eitt slag av orðaskifti, sum fer djypri í eitt nú bókmentir, mentan og mentunarlívið, sigur Firouz Gäini, ein av stigtakarunum

Tað eru nú nøkur ár síðani mentunartíðarritið Brá kom út. Saknur hevur avgjørt síðani verið á slíkum lesnaði, sum hetta ritið bordreiddi við, men nú eru útlit til, at nakað hendir. Føroysku útisetarnir Firouz Gäini og René Hjelm koma í næsta mánað út við ritinum Bragi. Talan er um eitt føroyskt mentunartíðarrit, í sniði og innihaldi ikki so nógv øðrvísi enn Brá.

- Í ritinum verða umrøður og viðgerð av bókum, greinir um aktuell evni innan føroyska mentan og bókmentagransking, greinir um mentan í eini breiðari merking, ummæli av nýggjum bókum, upprunaføroyskum og týddum, og eitt sindur um nýggjan tónleik og film. Innihaldið er í tráð við tað, sum eyðkendi Brá, men kortini ætlað til ein breiðari móttakaraskara. Málsliga fer ritið eisini at minna nógv um Brá, men tað verður kanska eitt sindur lættari at lesa. Ætlanin er, at tilfarið í ritinum skal fara í djýpdina, men tó heldur ikki soleiðis, at tað bara verður fyri akademikarar, sigur Firouz Gäini.


Tey ungu tey berandi

Firouz Gäini og René Hjelm hava báðir gott støði at byggja á fyri at fara í holt við eina slíka útgávu. Firouz Gäini er nýliga útbúgvin antropologur, og René Hjelm lesur bókmentavísindi á universitetinum í Keypmannahavn.

- Vit hava báðir áhuga fyri fjølmiðlum og blaðútgávu, og hava báðir verið blaðstjórar á studentablaðnum Fjølni. Men vit fara eisini at heita á onnur, um at skriva. Vit fara at royna at sameina ung lesandi, sum hava hug og royndir í at skriva, og tey meiri royndu heima í Føroyum, sum hava givið eitthvørt út og annars eru von við at skriva. Tey ungu eru ein týdningarmikil partur í útgávuni. Hesi skulu hava ein møguleika at skriva í Braga, men tað merkir kortini ikki, at ein og hvør sleppur framat. Ritið verður eitt seriøst rit, sum leggur dent á dygd, sigur Firouz Gäini.

Firouz Gäini heldur, at tað verður lítið skrivað um, hvat hendir í Føroyum, um tað nýtímans samfelagið, og hvat tey ungu gera og takast við. Hann saknar í fjølmiðlunum djypri greinir og viðgerðir av evnum, sum seta føroysk viðurskifti í perspektiv og í mun til Norðurlond og útlond annars.

- Góðskan er eisini ógvuliga ymisk á tí, sum verður skrivað. Ein stór avbjóðing verður at skapa eitt hægri støði innan nógv av tí, sum verður skrivað. Eitt slag av orðaskifti, sum fer eitt sindur djypri í eitt nú bókmentir og mentunarlívið í Føroyum yvirhøvur í dag, sigur Firouz Gäini.


Orðasnildi

Bragi fer at koma út tvær reisur um árið, fyrstu ferð í august og næstu ferð í januar. Ritið verður prentað í Danmark. Fyrsta upplagið verður 5-800 eintøk. Ritstjórnin vónar at fáa nógvar haldarar, men ritið verður eisini selt í leysasølu fyri 50 krónur eintakið. Firouz Gäini og René Hjelm hava fingið stuðul úr ymsum grunnum í Føroyum til útgávuna.

Navnið á tíðarritinum er Bragi. Tað stavar úr norrønu gudalæruni. Bragi var sonur Óðin og var gudur fyri orðasnildi.