Tað er eins og fólk hava gloymt, at Edmund Joensen upprunaliga var ein neyðsemja sum formansvalevni í Sambandsflokkinum, eins og hann var tað, tá hann fór í Tinganes fyri flokkin.
Tað sigur ein kelda, sum hevur innlit í flokkinum við Sosialin.
Edmund Joensen fekk loyvi at royna seg, og við ikki serliga góðum úrsliti. Nú er nóg mikið, heldur flokkurin.
Hetta gjørdist veruleiki mikudagin, tá løgmaður útskrivaði nýval. Orsøkin var, at valfelagið hansara ikki vildi stilla Edmund Joensen upp aftur sum formannsvalevni í Sambandsflokkinum, sum hevur landsfund í vikuskiftinum.
Tað er tó eingin loyna at stevið í flokkinum hevur verið heldur vinglut seinastu árini. Tað gjørdist rættiliga greitt, tá Edmund Joensen royndi seg sum samráðingarleiðara, tá Landsstýrið skuldi skipast eftir seinasta val.
Var ikki skikkaður at leiða eina samgongu
Longu tá fekk Sambandsflokkurin varhugan av, at Edmund Joensen ikki var skikkaður at leiða eina samgongu.
Tá samráðingarnar um nýtt Landsstýri vóru av, var fundur i flokkinum, har sagt varð, at limirnir ikki vildu hava Edmund Joensen til løgmann.
Síðani var Bjørn á Heygum spurdur, um hann vildi fara í Tinganes, men hann bar seg undan, tí hann helt seg verða ov ungan og politiskt óroyndan at vera løgmaður.
Næsta boðið var Lisbeth L. Petersen, men hon var bundin av býráðasarbeiðinum, og fekk trupulleikar, um hon lat býráðssessin til næsta mannin á listanum.
Tí fór Edmund Joensen í Tinganes at virka sum løgmaður, men flokkurin er ikki nøgdur við hansara úrslit.
Nú var nóg mikið
Tá nú flokkurin skuldi hava landsfund, kom málið fram aftur, hvørt løgmaður var rætti maðurin, og her siga sambandsfólk frá. Nú er nóg mikið. Edmund Joensen er ikki rætt maðurin til starvið.
Tað hevur ikki verið sagt so nógv um hetta áður, og ivaleyst hava nógv gloymt, hvussu Edmund Joensen kom upp á hægsta pláss í Sambandsflokkinum.
Hann var ein neyðsemja, fyri at skipa frið innanhýsis.
Seinast í 80 árunum var hann valdur í tingið, og hann gjørdi ikki nógv um seg. Tí helt flokkurin, at hann var eitt neutralt evni, sum kundi føra flokkin víðari um tey skerini, sum vóru á leiðini.
Hansara viðmæli vóru, at hann hevði verið virkin vinnulívsmaður og hevði verið førur fyri at leiða síni virkir við sera hepnari hond.
Úrslitið í Tinganesi hevur víst, at Edmund Joensen ikki royndist eins væl sum formaður i Sambandsflokkinum og sum virkisleiðari. Tað vil flokkurin ikki hava sitandi á sær, og vil heldur ikki fara undir nýtt valstrið við Edmund Joensen sum formannni, sigur keldur nær Sambandsflokkin.
Tað hevur verið arbeitt við eini ætlan nú upp undir landsfundin, sum m.a. bendir á, at Jóhs. Martin Olsen skal vera nýggur formaður i Sambandsflokkinum, og at Trygvi Guttesen, sum var skrivari í flokkinum í nógv ár, skal veljast til næstformann, at samskipa arbeiðið við at fáa sambandsskútuna á beint aftur.
Trúgvi Guttesen vil ikki gera viðmerkingar til málið.









